Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kølið vikuskifti

Hanus Kjølbro

Luftin, sum streymar inn yvir Føroyar í hesum døgum, stavar frá teim køldu leiðunum við Norðpólin.

Luftin, sum streymar inn yvir Føroyar í hesum døgum, stavar frá teim køldu leiðunum við Norðpólin. Hon er køld, og ávegis til okkara ornar hon eitt sindur, og so hvørt sum hon gerst eitt sindur heitari, tekur hon upp vatndamp úr sjónum. Tí er hon eisini slavin.

Ættin hevur ligið um norðan í nakrar dagar, og tað fer hon eftir øllum at døma at gera teir næstu 4-5 dagarnar. Orsøkin er eitt lágtrýst eystan fyri okkum. Tað verður meiri ella minni liggjandi í sama stað nakrar dagar afturat.

Í dag er norðurætt, vindferðin liggur um 5 – 10 m/s, hitin er 3-4 stig, og ælingar eru við vátakava ella kava. Soleiðis verður helst allan dagin í dag. 

Morgindagurin fer at vera ógvuliga líkur degnum í dag. Í hvussu so er hvat veðrinum viðvíkur: 5-10 m/s av norði, ælingar allan dagin við vátakava ella kava, og hitin fer at liggja um 2-4 stig. Um náttina er sjálvandi eitt vet kaldari.

Sunnunáttina minkar vindurin niður í 3-8 m/s. Ættin verður verandi kring norðan, og enn ælaveður við vátakava ella kava. Seinnapartin veksur vindurin aftur upp í 5-10 m/s. Hitin sunnudagin fer eisini at liggja um 2-4 stig. 

Gott vikuskifti.