Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kolumbusegg og klyvjadjór

John William Joensen

Jú, tað var neyðugt at fara út við støðuni hjá Klaksvíkar Kommunu,akkurat sum gjørt var.

Eftirklókskapurin sær út til at trívast væl í hesum døgum og sum hjá Kolumbusi er ikki eiti á hvussu tey finna Amerika. Tey hava seinastu dagarnar roynt við alskins kunstum og krumspringum at fáa eggið at standað. 

Men tit, eggið stendur longu, endin er trýstur niður í borðið, so vælsignaði í tykkum latið tað standa. Finnið nýggjar leiðir víðari fram. 

Tøkk til fíggjarnevnd fyri at tit kendu tykkara vitjunartíð og vístu ábyrgd. 

Tøkk tit leiðarar fyri at tit ábyrgdarfult tóku hetta til tykkum og miðvíst arbeiða við loysnum, og tað er eisini neyðugt at vit øll,bæði býráð og Klaksvíkingar allir takað lógvatak. 

KLYVJADJÒRIÐ.
Tað var einaferð ein býur sum hevði eitt klyvjadjór. Tað bleiv brúkt til allar hugsandi uppgávur,tað dróg,tað bar og tað lyfti. Ein dagin datt tað í eitt djúpt hol. Øll í býnum vóru einig um at tað var eitt verri skil. Summi fóru upp at kóla,onnur leitaðu í søgubókum, summi settu enda á her og har, ja loysnirnar og tilboðini trutu ikki, – men klyvjadjórið stóð rimmar fast. So var tað ein ið segði,-vit jarða tað. Og so byrjaðu tey at kasta eyr,mold,runu,ja tað sum fyri var á tað. 

Klyvjadjóri stóð bert og hugdi og hvørja ferð ein spaki rakti, risti tað óhumskuna av sær. Og so hvørt sum óhumskan næm botnin traðkaði djóri tað undir føtur sínar.So við og við tók tað at lyftast upp frá og knappuliga var tað úr aftur holinum, eina dýrt keypta lívserfaring ríkari. 

Eg vænti at øll sóu hvussu dýrabart klyvjadjóri var fyri tey. Eg vænti eisini at bæði klyvjadjóri og øll hini í býnum passaðu væl uppá eftir hetta, so tað og tey ikki komu aftur í óførið.Men tey vildu frammvegis brúka tað til alt møguligt og ikki steingja tað og seg inni so vandin er frammvegis har. Men tey høvdu lært at ristað dusti av, traðka úr óhumskuni og brúka hesa nýggju vitan og lívsvísdóm, so tey gjørdust enn betur fyri, og tey lurtaðu ikki eftir rópunum um at jarða ,og – síðani í gongd við at uppfinna tallerkin av nýggjum. 

Ja, vit hava trupuleikar, onnur hava trupuleikar men goyma teir. Vit kunnu ikki brúka tað til nakað. Vit hava sett eggið upp eftir endað . Vit hava ein góðan bý og vit koma nógv sterkari burtur úr hesum, vit koma nógv meira málrættað burtur úr hesum. Vit ætla okkum at klára hetta eisini.

Vinarliga
Kristian Fr.Olsen

Harleyfacadeacryl