Faroe Petroleum boðar við hesum frá nýggjum úrsliti úr Rodriguez leitibrunninum, sum felagið eigur 30% av.
Faroe Petroleum boðar við hesum frá nýggjum úrsliti úr Rodriguez leitibrunninum, sum felagið eigur 30% av.
Tann 16. januar boðaði felagið frá, at ábendingar vóru um kolvetni í einum hjáleitimiði, og at umfatandi savning av dátum varð gjørd, sum nú blivu viðgjørdar.
Fyristøðufelagið boðar nú frá, at flytandi kolvetni eru í sandfláunum, sum innihalda dropagass (”gascondensate”). Tjúkdin á kolvetnisberandi sandfláunum er samanlagt 9 metrar. Fyribilsmetingar hjá fyristøðufelagnum um nøgdina av kolvetni í leitimiðinum, sum kann útvinnast, er mett til 19 – 126 mió. tunnir av olju (umroknað frá dropagassi) brutto.
Faroe Petroleum hevur frammanundan Fogelberg gasfundið í Norskahavinum, sum verður fyrireikað til útbýgging um somu tíð, sum flutningskapasitetur gerst tøkur í rørskipanini. Í hesum sambandi skal viðmerkjast, at norsku myndugleikarnir fyri stuttum eru komnir við uppskoti, um at minka um prísirnar fyri gassflutningi á nýggjum útbyggingum. Uppskotið er til hoyringar inntil 15. mars 2013. Verður uppskotið samtykt, fer hetta at hjálpa munandi um framleiðslumøguleikarnar hjá bæði Fogelberg og Rodriguez fundinum.
Hetta er fyrsti leitibrunnur, sum er boraður á Rodriguez loyvinum PL475, og samlagið fer nú at halda fram við kanningum fyri at finna fram til eina hóskandi eftirkanningarverkætlan.
Felagið fegnast um Rodriquez úrslitið, har dropagass er staðfest í einum hjáleitimiði á hesum leitiloyvi Norskahavinum, sum makliga fer út um metingarnar, áðrenn byrjað var at bora. Hetta týðandi fundið gevur samlagnum góðar ábendingar um fleiri góðar leitimøguleikar, sum skulu kannast á loyvinum.
Felagið hevur eina virknað leitiætlan fyri 2013, sum millum annað inniheldur leitibrunnarnir Darwin (Barentshavið), Novus (Norskahavið) og tveir brunnar Butch fundinum (norski Norðsjógvurin).
Fullfíggjað tíðindaskriv sæst á heimasíðu felagsins www.fp.fo




