Vit eru trúttað næstan deyv um fólkafráflyting og týdningin, sum útbúgving hevur fyri Føroyar. Hóast tað fari eg at gera tað enn einaferð sjálvur. Hetta er ikki ein nýggjur vinkul.
Børn og fólkavøkstur
Haldi vit øll vita, at tað skulu børn til fyri at fáa fólkavøkstur. Men í Føroyum hava vit altso eina mangulvøru, og er tað fólk. Fyri árgangirnir 20-42 ár eru bert helvtin eftir í Føroyum, altso eini 2500 fólk. Restin er farin av landinum at útbúgva seg og eru tíanverri ikki komin aftur. Hetta er so aldursbólkurin, har børnini verða framleidd, fyri at brúka eitt ídnaðarkent orð. Avleiðingin av hesum sást herfyri, tá burðartalið var tað lægsta síðani kríggið. Síðani kríggið! Tey vóru altso eitt sindur færri fólk í Føroyum tá, skulu vit minnast til.
Loysnin
So hvør er loysnin fyri, at Føroyar kunnu gerast burðardyggar, sum tað so ljótt eitur? Havi sagt tað fyrr: Útbúgving, útbúgving og útbúgving. Síðani kreppuna í 90unum hevur føroyski ungdómurin søkt til Danmarkar at útbúgva seg. Helena Dam á Neystabø bremsaði hesi gongdini nøkulunda við, at Fróðskaparsetrið nú tekur umleið 200 lesandi inn árliga. Hetta er tó ikki nóg mikið, tí framvegis søkja eini 300 til Danmarkar árliga. Og hagtøl vísa, at bert helvtin av teimum kemur aftur til klettarnar. Tey koma ikki aftur, tí tey finna maka og alt tað, sum har til hoyrir – og tí tey framleiða børn, sum tað so ljótt eitur. Tey festa røtur og finna eitt annað heim enn Føroyar.
Tí mugu vit skapa karmarnar fyri at ung finna saman í Føroyum, festa røtur og fara at framleiða børn (orsaka orðingina). Javnaðarflokkurin vil virka fyri at fáa fjølbroytttari BA-útbúgvingar á Setrinum so sum: – Búskap – Løgfrøði – Onnur mál enn føroyskt – og mong onnur
Men peningur skal eisini til. Tí hava vit í Javnaðarflokkinum sett okkum hetta fyri:
– hægri studning og í 12 mánaðir – hægri studning til lesandi við børnum – Barnabeinin til børn undir skúlaaldur á 1000 kr um mánaðin.
Javnaðarflokkurin vil geva okkara ungdómi orsøk til at verða verandi í Føroyum og finna saman at festa røtur.
Hetta klára vit ikki einsamøll, so tað er upp til tín, góði veljari, um tú vilt vera við at at gera Føroyar fruktarbarari – og harvið økja um fólkavøksturin.
Set kross við
Teitur Vágadal
løgtingsvalevni fyri Javnaðarflokkin




