Tjóðveldisflokkurin roynir at ganga nýggjar leiðir í royndini at fáa fleiri fólk at taka lut í politikki
Hevur tú hug at taka lut í politiskum arbeiði og at fáa ávirkan?
Hevur tú hug at taka lut í skeiðum í politiskum arbeiði og í almennari framløgu?
So ert tú vælkomin at taka lut í evnisdøgum Tjóðveldisfloksins, sum verða hildnir kring landið.
Undir heitinum: "Kom og ávirka," er Tjóðveldisflokkurin farin undir eitt nýtt tiltak til tess at fáa fleiri fólk at taka lut í politiskum arbeiði.
Ein ætlan er løgd fyri evnisdagar, har stevnumið floksins verða gjøgnumgingin og endurskoðað – og har fakfólk leggja fram um viðkomandi tættir í samfelagnum. Eisini verður skeið í framløgu fyri fólk, ið hava hug at bjóða seg fram í politikki.
Fyrsti av hesum evnisdøgum var í Sandavági leygardagin 03. september – dagurin var sera væleydnaður, og nógv kom burturúr.
Annar evnisdagur í Klaksvík 01. oktober
Leygardagin 01.oktober 2005 verður annar av hesum evnisdøgum á Klaksvíkar Sjómansskúla. Evnini, sum verða viðgjørd, eru úr stevnumiðum floksins:
*
Einar skapandi Føroyar mentamál og list, barna- og ungdómspolitikkur, eldrapolitikkur
*
Einar javnari Føroyar almanna- og heilsumál, arbeiðsmarknaður, pensiónsskipan, íbúðarmál
Skrá fyri dagin
Kl. 10.00 Framsøgufólk Tjóðveldisfloksins greiðir frá verandi stevnumiðum floksins.
Annita á Fríðriksmørk: Einar skapandi Føroyar.
Finnur Helmsdal: Einar javnari Føroyar .
Kl. 10.45 Jancy B. Klein umrøður: Almanna- og heilsumál, arbeiðsmarknað, pensiónsskipan, íbúðarmál.
Kl. 11.00 Edward Fuglø umrøður: Mentamál og list.
Gestur Hovgaard umrøður: Barna-, ungdóms- og eldrapolitikk.
Kl. 11.30 Kjak.
Kl. 12.00 Døgurðasteðgur. Arbeiðsbólkar verða skipaðir.
Kl. 13.00 Kjak – framhald.
Kl. 14.00 Bólkaarbeiði.
Kl. 15.00 Arbeiðsbólkar leggja fram uppskot til broytingar í stevnumiðum floksins.
Kl. 16.00 Evnisdagurin endar. Starvsnevndin tekur samanum evnisdagin. Tíðindaskriv verður orðað og sent fjølmiðlunum.
Kl. 16.30 Starvsnevndin og nevndin í økisfelagnum møtast til fundar.
Kl. 18.00 Alment tjóðveldistiltak – (hugnaløta).
Kl. 20.30 Liðugt.
Øll tjóðveldisáhugað eru vælkomin




