Fleiri nýggjar barnabøkur koma út í dag, harímillum ein um Pippilottu Viktualiu Rulligardinu Krusmyntu Efraimsdóttur Langsokk – betur kend sum Pippi
Pippibókin, sum kemur út í dag, eitur ‘Pippi fer at keypa’, og hetta er fyrstu ferð, at søgan kemur út sum myndabók á føroyskum.
Søgur, saft og smákøkur
Leygardagin eftir flaggdagshaldið á Vaglinum, fara vit at flagga víðari fyri Pippi, tí hon fyllir nevnliga 70 ár í ár.
Føðingardagurin verður hildin í Gamla Bókahandli, har Beinta Clothier og Hjálmar Dam fara at lesa úr nýggju bókunum um Pippi og Vitello. Afturvið søgunum verður bjóðað smákøkur og saft.
Sum fyrsta dagin
Hóast Pippi er 70 ár, sæst tað ikki á henni. Hon er framvegis líka sum hon plagar at vera. Stuttlig, spennandi, eitt sindur frek og full av ævintýrligum brøgdum – og tað er Vitello eisini.
Í nýggju bókini um Vitello ynskir hann sær ein hund. Vitello fær nógv góð hugskot, summi betri enn onnur. Tað, at hann skal hava hund, er helst eitt av hansara bestu hugskotum higartil – heldur hann sjálvur.
Gamlir kenningar og spennandi krimisøgur
Millum hinar bøkurnar, sum koma út í dag, eru eisini tveir aðrir gamlir kenningar, nevnliga Pettson og Findus. Hesaferð er talan um eina pappbók til teir yngstu lesararnar: ‘Kennir tú Pettson og Findus’.
Og tey elstu børnini kunnu gleða seg til spennandi krimisøguna ‘Loyndarmálið í Oslo’ eftir Bjørn Sortland.
Tað er Bókadeild Føroya Lærarafelags, sum gevru bøkurnar út.




