Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kom og stuðla tiltakinum “Saman um krabbamein”

Jóhann Lützen

Týskvøldið 7. oktober frá kl. 19.00 til 21.00 verður skipað fyri stuðulstiltakinum Saman um krabbamein – á Skúlatrøð. Hetta kvøldið verður peningur samlaður inn til Krabbameinsfelagið, og tað, sum kemur inn, fer óskert til felagið

 

 

Innsavningin er liður í stóru innsavningini hjá Krabbameinsfelagnum, sum verður 26. oktober í Løkshøll. Sí myndir á høgra bredda.

Á skránni 7. oktober á Skúlatrøð verða spennandi tónleikainnsløg bæði við næmingum og starvsfólki. Í steðginum verður kafe, tombola og sølutorg.

Verðið hjartaliga vælkomin til stuðulstiltakið. Vit eru takksom fyri allan stuðul, sum verður latin.

Skráin fyri kvøldið verður hendan:

19.00 – Bjóðað verður vælkomin
19.05 – Heini og Brynhild syngja og spæla
19.15 – Skúlakórið syngur
19.30 – Sólblómurnar syngja
19.40 – Steðgur
20.20 – Skúlahornorkestrið spælir
20.35 – Næmingar framføra fólkadans
20.50 – Steintór og genturnar spæla
21.00 – Vit takka fyri