Góðar 100 cowboybuksur og millum 100 og 120 ulpur um dagin. Tað var einaferð partur av framleiðsluni hjá Sjóklædnavirkinum í Klaksvík. Á Torradøgunum fer at bera til at enduruppliva ein part av hesi framleiðsluni.
Góðar 100 cowboybuksur og millum 100 og 120 ulpur um dagin. Tað var einaferð partur av framleiðsluni hjá Sjóklædnavirkinum í Klaksvík. Í kvøld og leygardagin fer at bera til at enduruppliva ein part av hesi framleiðsluni.
“Tað verða í dag framleiddar góðar 100 buksur um dagin á HOPO-virkinum í Klaksvík.” Tað skrivar Dagblaðið í eini grein tann 7. apríl 1978. Hetta eru tvey ár eftir, at Sjóklædnavirkið er farið undir at framleiða cowboybuksur, og blaðið skrivar, at eftirspurningurin hevur verið í støðugum vøkstri.
“Hetta hevur gjørt, at HOPO nú hevur flutt í onnur hølir, sum verða leigað frá Tummasi Thomsen. Tað gjørdist ov trongligt á gamla virkinum til at nýggja deildin kundi húsast har,” skrivar blaðið.
Sagt verður eisini, at umframt framleiðsluna av cowboybuksum verður eitt sindur gjørt av anorakkum – bæði av cowboyklæði og av floyalklæði.
“Virkið hevur eisini gjørt royndir við skjúrtum, og ætlanin er at fara undir framleiðslu av hesum og vindjakkum um stutta tíð,” stendur í greinini.
18 buksur um tíman
“Tær seks sum seyma, klára tríggjar buksur um tíman hvør. Hetta er roknað frá tí at cowboyklæðið kemur á borðið og til buksurnar liggja lidnar á hillini,” sigur Holgar Poulsen, stjóri, við Dagblaðið.
Maskinurnar á virkinum eru allar nýggjar, og koma frá Týsklandi og Italia. Rávøran kemur úr fleiri londum í Europa við donskum millumhandlara.
100 – 120 ulpur um dagin
“Sjálvt sjóklædnavirkið hevur havt úr at gera við framleiðsluni av ulpum í vetur,” skrivar Dagblaðið. Holgar Poulsen upplýsir fyri blaðnum, at 100 – 120 ulpur hava verið framleiddar um dagin í tíðarskeiðinum frá oktober til endan av januar.
“Eftirspurningurin hevur verið størri enn framleiðslan, og hetta komst av, at byrjað varð heldur seint,” sigur hann.
Greinin í Dagblaðnum endar við at upplýsa, at tað arbeiða í meðal 25 fólk á Sjóklædnavirkinum, so samlaða talið á arbeiðsfólki tá HOPO er við, liggur um 40.
Í sambandi við Torradagarnar bera til at enduruppliva nakað av serligu og vælumtóktu framleiðsluni hjá Sjóklædnavirkinum. Í kvøld klokkan 19, fríggjadagin klokkan 16 til 19 og leygardagin klokkan 16 til 19 er Spaniastova karmur um tiltakið, har myndir frá lýsingum og mótaframsýningum verða at síggja, og eisini verður søgan um virkið søgd hósdagin og leygardagin. Óluva Klettskarð sigur frá.




