Reyði Krossur leitar nú eftir fleiri sjálvbodnum til málkaféina í Klaksvík, soleiðis at málkaféin kann vera 2-4 ferðir um mánaðin.
Reyða Kross málkaféirnar í Tórshavn og Klaksvík, sum ávikavist eru hvørja og 4. hvørja viku, hava verið væl dámdar, tí at har fáa tilflytarar og flóttafólk møguleika at læra og venja mál ígjøgnum prát, spøl o.a.
Reyði Krossur leitar nú eftir fleiri sjálvbodnum til málkaféina í Klaksvík, soleiðis at málkaféin kann vera 2-4 ferðir um mánaðin.
Vit leita eftir sjálvbodnum, sum brenna fyri at hjálpa øðrum, hava hug at práta føroyskt við tilflytarar, kunnu hjálpa til í minsta lagi 2,5 tíma um mánaðin og eru til reiðar at byrja seinast í september.
Hevur hetta tín áhuga? So ring ella skriva til okkum á tlf. 28 36 30 / redcross@redcross.fo ella tekna teg her redcross.fo/malkafe



