Norðoya Kunningarstova bjóðar tær at uppliva hæddirnar í Norðoyggjum í summar. Skipað verður fyri túrum hvørja viku, bæði til gongu og við báti.
Norðoya Kunningarstova bjóðar tær at uppliva hæddirnar í Norðoyggjum í summar. Skipað verður fyri túrum hvørja viku, bæði til gongu og við báti.
Gongutúrur út á Kallin
Norðast áKalsoynni stendur ein viti og har kanst tú uppliva framúrskarandi útsýnið yvirnorðastu tindarnar og bjørgini í Føroyum. Ferðaleiðari er við á túrinum. Tað erlætt atkomuligt og eitt væl umtókt ferðamál hjá ferðafólkum.
Túrurinverður hvønn leygardag kl. 11, og tekur 3 tímar.
Gongutúrur norður til Skarðs
NorðanfyriHaraldssund liggur avtoftaða bygdin Skarð, har ein minnisvarði nú er reisturfyri at minnast tey, ið fórust við Skarðsbátinum í 1913. Vitjað verður íavtoftaðu bygdini, har ferðaleiðari greiðir frá.
Møguleikier at bíleggja mat eftir túrin.
Túrurinverður 21. juni, 5. juli og 2. august kl. 13, og tekur 6 tímar.
Gongutúrur niðan á Kjøl
Ein lættur,hugnaligur og vakur túrur niðan gjøgnum Gravardal og upp á Kjølin. Útsýnið eravbera vakurt, við útsýni víða um í Norðoyggjum. Ferðaleiðari er við á túrinum.
Túrurinverður 28. juni, 12. juli, 26. juli og 9. august kl. 14, og tekur 3 tímar.
Siglitúrur við Draganum
SkúlaskipiðDragin ger útferð norður gjøgnum Kalsoyarfjørð, har tú frá sjónum sært vøkruKalsoynna, og høgu bergtakandi Kunoynna.
Túrurinverður hvønn fríggjadag kl. 14, og tekur 3-4 tímar.
Um túhevur spurningar ella onnur ynski um túrar, ert tú vælkomin at ringja tilNorðoya Kunningarstovu á tlf. 45 69 39, ella senda ein teldupost tilinfo@klaksvik.fo.
Túrarnirverða tó bert gjørdir, um 10 ella fleiri hava teknað seg.
NorðoyaKunningarstova ynskir øllum eitt gott summar 🙂




