Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Kom við á spennandi ferð til Spania

Jóhann Lützen

Norðlýsið skipar saman við Sólorku fyri spennandi fiskafagnaði í Spania 15. til 22 oktober 2024

 

7- daga vitjan 15. til 22. oktober 2024.

Í frásagnum, samrøðum, upplivingum, máltíðum, sangi og tónleiki uppliva vit, at Spania í meira enn eina øld hevur verið ein hin størsti marknaðurin fyri føroyskan saltfisk. Vit hoyra um, hvussu stóran týdning, toskur (á sponskum: bacalao) hevur í spanskari matgerð (har serliga føroyski toskurin er høgt í metum), og hvussu væl egnað spanska vatnið er til útvatning av saltfiski, so tað har ber til at gera hundraðtals máltíðir burtur úr honum.

Í Spania frætta vit um aldargamla samstarvið um fiskin, frá tí at føroyingar hava fiskað hann undir mangan sjaskutum korum á fjarum leiðum, til spaniólar hava etið hann undir meira festligum umstøðum við Miðjarahavið.

Norðlýsið skipar saman við Sólorku fyri spennandi fiskafagnaði í Spania. Sólorka leggur vitjanina til rættis og til ber bert til at tekna seg til hesa vitjanina hjá Norðlýsinum.

Karmarnir og breiða tænastan, ið Sólorka bjóðar á staðnum ger, at øll vælkomin – EISINI TIT, SUM STRÍÐAST VIÐ SJÚKU, ELLA AÐRA AVBJÓÐING

Hetta ber til, av tí at Sólorkutoymið hevur nógv starvsfólk á staðnum (harav tey flestu tosa føroyskt), nógvar hentleikar, samstarv við læknar og framkomin sjúkrahús og yvirhøvur eina tænastu, har nógv verður lagt fyri – umframt hollar royndir.

Kostnaðurin er kr. 12.925 fyri hvønn, um tvey gista saman.

Við í prísinum er:

  • beinleiðis flúgving millum Vágar og Alicante t/r og bussur til og frá Sólorku
  • gisting í 7 nætur (um tvey gista saman). Eykagjald fyri einakamar.
  • ‘all inclusive’-vist *)
  • frásagnir, undirhald, tónleikur og dansur
  • hjálp og vegleiðing á føroyskum allan sólarringin

*) Full pensjón við drykkjuvørum umfram ábit og úvaldar drykkjuvørur millum mátíðirnar Harafturat ber til at tekna seg til áhugaverdar útferðir fyri ein lagaligan kostnað.

Fá nærri kunning á info@nordlysid.fo ella við at ringja á 224434