Liverpool Føroyar vóru á Anfield, tá Sturridge gjørdi av við Man Utd og í desember verður farið avstað aftur.
Vart tú við til stórdystin á Anfield herfyri, tá ið vit við perluni hjá Daniel Sturridge settu Manchester United upp á pláss? Ikki? Vell, nú fært tú ein nýggjan kjans at koma heim á Anfield við Liverpool Føroyar. Dystirnir á skránni hjá okkum hesaferð eru móti Norwich City (4. Dec) og West Ham United (7. Dec). Farið verður úr Føroyum týsdagin 3/12 og komið verður aftur á klettarnar 8/12. Kostnaður fyri ferðina er kr. 9453.25,- Við í prísinum er flogferð aftur og fram Føroyar – Keypmannahavn – Manchester; bussferð úr Manchester til Liverpool og aftur, hotell uppihald v. góðum enskum morgunmati og atgongumerki til tveir heimadystir á Anfield, har tú sleppur at sita á The Kop. – Tað er ein útferð, sjálvt King Kenny øvundar tær.
Sjálvandi verður eisini høvi hjá tær at sleppa á Beatles-útferð, har vitjað verður á støðum, har alt byrjaði all those years ago. Eisini vil tað so til, at tú fært kjansin at koma á konsert við ongum minni enn Status Quo mitt í hjartanum á Liverpool býi fríggjakvøldið 6/12. Aðrir útferðar møguleikar eru sjálvandi eisini, tí býurin osar av søgu og mentan, og shopping-centur eru eisini til frúuna at vitja, skuldi hon havt hug at komið við tær til býin, sum er perlan millum býir á bretsku oyggjunum.




