Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Koma at vísa ruskpressu á Atlantic Fair

Jógvan Hugo Gardar

Ein av fyritøkunum sum Kjølur fær vitjan av á Atlantic Fair er Mil-Tek, sum skal vísa fram eina ruskpressu.

Ein av fyritøkunum sum Kjølur fær vitjan av á Atlantic Fair er Mil-Tek, sum skal vísa fram eina ruskpressu.

Mil-Tek er ein donsk fyritøka, sum bleiv stovnað í 1992. Fyritøkan er í dag umboðað á yvir 60 støðum í 30 londum.

– Vit framleiða ruskpressur, og endamálið er at optimera ruskgongdina hjá fyritøkum, bæði viðvíkjandi tíð, plássi og kostnaði, sigur Kristian Skannerup, stjóri í Mil-Tek.

Fyritøkan kemur á Atlantic Fair at vísa fram ruskpressu á básinum hjá Sp/f Kjølur, sum umboðar og veitur tænastur viðvíkjandi Mil-Tek í Føroyum.

Endamálið við messuni er at vísa fram og greiða frá um ruskpressurnar, og koma í samband við bæði verandi og møguligar komandi kundar, sigur Skannerup.