Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Komi til Klaksvíkar

John William Joensen

Tað er umráðandi at vit fáa ungar familjur at flyta til Klaksvíkar.

Um hetta skal eydnast, mugu vit hava okkurt at bjóða teimum. Eitt tað fyrsta hugt verður eftir, er: – hvussi barnaansingarmøguleikarnir eru – hvussu skúlaviðurskiftini eru – útboðið av frítíðar ítrivum o.s.fr.

Um vit fyrst hyggja eftir barnaansingarmøguleikunum, so stendur væl til á hesum øki. Vit fingu ein nýggjan barnagarð fyri stuttari tíð síðan.

Hyggja vit eftir skúlaviðurskiftunum, so eru tey út av lagi vánalig. Hesu viðurskifti eiga at fáast í rætt lag skjótast til ber. Eg skrivaði eina grein í seinasta Norðlýsið, um hesi viðurskifti, so eg vil ikki brúka meira pláss her.

Hyggja vit síðan eftir møguleikunum fyri frítíðar ítrivum, haldi eg, at vit hava nógv at bjóða.

Innan tónleikin eru gjørd stór frambrot. Vit hava fingi Dávavirkið, sum er ein dreymur hjá okkara ungu tónleikaratalentum og eg eri vísur í, at vit koma til at síggja fleiri teirra koma langt innan tónleika heimin. Vit hava eitt ungdómshús, sum er til stóra gleði fyri tey sum ganga har. Tað eiga vit avgjørt at varðveita og stuðla, eins og vit mugu stuðla Dagtilhaldinum, hjá teimum eldru.

Ítróttarfeløgini hjá okkum hava rímiligar umstøður at virka undir, men vit eiga at vera við til at gera tær enn betri. Klaksvík er vorðin ein undangongubýir, tá ið tað kemur til fólkaheilsu og tí er tað eisini umráðandi, at vit eru slógbrótandi innan ítróttin.


Okkara størsta ítróttarfelagfelag KÍ, hevur seinastu árini stríðst við niðastu liðini, um at vera í deildini. Fólk hava ymisk ástøði um hvat feilar. Tað eru sjálvandi fleiri frágreiðingar.

Ein tann størsta orsøkin til at spælið ikki riggar so væl, er, at vøllurin á Injector Arena ikki er nóg góður. Tað er vónleyst at fáa bóltin at rulla eftir teppinum, eins og hann ger tað á teimum nýggjastu teppunum. Flestu norðoyingar vilja KÍ tað besta og ynskja at síggja teir spæla góðan fótbólt. Um hetta skal gerast møguligt, er tað neyðugt, at vit skifta vøllin.

Ljós í myrkrinum
Fyrsta treyt hjá okkum sum bjóða okkum framm er, at fáa kommununa úr fíggjarligu trupuleikunum hon er í, men vit eiga framhaldandi at hava nøkur mál fyri framman. Hava vit ikki tað, er lítil vón fyri framburði.

Jákup Mikkelsen
Valevni Javnaðarfloksins