Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kommersiell søla av grind

Hergeir Staksberg

Áheitan til grindaformenn, sýslumenn og Jacob Vestergaard landsstýrismann í fiskimálaráðnum.

Eitt av teimum tungu argumentunum viðvíkjandi grindadráp er, at vit ikki drepa grind fyri peningaligan vinning. Og tað er eisini tað, sum kommersiel søla merkir: At selja eina vøru við peningaligum vinningi fyri eygað á vinniligum grundarlag.

Hetta er eitt av høvuðsargumentunum, sum skilir okkum frá øðrum tjóðum sum veiða hval. Umframt, at hetta argumentið lýsir okkum sum eina solidariska tjóð, har fólkið stendur saman.

Men, og tað er altíð eitt men…
Hvussu ber tað so til, at vit kunnu keypa grind í m.a. Miklagarði og á matstovuni Marco Polo? Og hvar gongur markið fyri kommersiellari sølu? Er tað t.d. loyvt hjá einum privatpersóni at selja grind á facebook ella øðrum sølutorgum?

Hvat sigur lógin
Hyggja vit at lógini viðvíkjandi kommersiellari sølu, so blíva vit eitt sindur klókari, men ikki nóg klók.

Eg setti meg í samband við ein góðan vin, sum er jurist fyri at vita, hvat viðkomandi fekk burtur úr lógini viðv. sølu av grind.

Lógin á økinum hevur ein veikleika, tí hon leggur dent á sjálvt grindadrápið – og ikki so nógv tað kommersiella – men sambært kunngerð nr. 100 frá 05.07.2013, so finna vit okkurt, sum minnir um kommersiella sølu í §40, stk. 2 og stk 3.

Sambært stk.2, so er sølan av grind bert ætlað til fylgjandi endamál:
Stk. 2. Verður grind seld, sbrt. § 37 ella § 45, stk. 2, skal inntøkan nýtast at gjalda grindaskaða, rudding og burturbeining við. Eisini kann peningur verða nýttur til tiltøk grindadrápi at frama.

Somuleiðis avmarkar lógin søluna soleiðis í stk. 3:
Stk. 3. Verður avlop av søluni, SKAL UPPHÆDDIN SETAST Í GRUNN til sama endamál í seinni grind í umdøminum.

Sambært hesum brotunum sær út til, at kommersiell søla ikki letur seg gera, tí alt avlop av sølu skal setast í ein grunn. Men hvør er frágreiðingin uppá, at t.d. Miklagarður og Marco Polo selja grind?

Greiðar reglur
Tað finnast eisini aðrar tulkingar av lógini, sum vilja vera við, at tað mótsatta er galdandi. Also, at kommersiell søla er loyvd. Bæði tí at grundlógin í §73 sigur, at “ejendomsretten er ukrænkelig”, og tí at tað ongastaðni verður nevnt í kunngerðini, at kommersiell søla er bannað.

Skulu vit halda áfram at brúka argumentið, at grindadrápið ikki hevur nakað við kommersiella sølu at gera, so verða vit noydd at fáa eina greiða útmelding frá mynduleikunum innan økið, tí sum nú er, so skjóta vit okkum sjálvi í fótin, um vit pástanda, at kommersiell søla ikki er loyvd, samstundis sum vit kunnu keypa grind bæði í Miklagarði ella á Marco Polo.

* Hetta er ikki ætlað sum ein herferð móti Miklagarði, Marco Polo ella øðrum sum selja grind. Hetta er ein roynd upp á at fáa nøkur fakta upp á pláss.

Kelda: http://www.logir.fo/foldb/kunfo/2013/0000100.htm

Vh

Hergeir