Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri, er sera keddur um at kommunan møguliga verður noydd til at steingja stadionøkið um kvøldarnar og um vikuskifti.
– Tað er ein vaksandi trupulleiki við burturkasti og serliga vandamiklum glassplintrum sum eru til stóran ampa fyri fyri tey sum íðka ítrótt á stadionøkinum.
– Tað er hegn kring stadionøkið og tí er eingin trupulleiki at steingja, og hetta verður nú av álvara umhugsað, sigur borgarstjórin í viðtalu við Norðlýsið.
– Hetta er sera óheppið tí eg vildi gjarna lati ungdóminum hetta til spælipláss um kvøldarnar og í vikuskiftinum, men trupulleikin við burturkasti, herverki og brotnum fløskum ger at vit óivað verða noyddir at taka álvarlig stig fyri at gera nakað munagott.




