Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kommunala eftirlitið krevur Tórshavnar Kommunu eftir frágreiðing um Saltsøluna

Norðlýsið

Tórshavnar Kommuna keypti Saltsøluna hjá Bacalao og hevur sett bygningin í stand fyri góðar 80 mió. kr.. Hølini skulu sambært býarstýrinum nýtast til at leiga út til oljuvinnu, offshore, virðisøking av fiskavørum, havtøkni, marknaðarførslu, o.a….. Men kommunur hava sambært kommunulógini ikki loyvi til at leiga út uttan í serligum føri og tí hevur kommunala eftirlitið biðið um eina frágreiðing frá Tórshavnar Kommunu.

Tórshavnar Kommuna keypti Saltsøluna hjá Bacalao og hevur sett bygningin í stand fyri góðar 80 mió. kr.. Hølini skulu sambært býarstýrinum nýtast til at leiga út til oljuvinnu, offshore, virðisøking av fiskavørum, havtøkni, marknaðarførslu, o.a….. Men kommunur hava sambært kommunulógini ikki loyvi til at leiga út uttan í serligum føri og tí hevur kommunala eftirlitið biðið um eina frágreiðing frá Tórshavnar Kommunu.

Tá Norðlýsið fyri kortum vísti á at Tórshavnar Býráð hevði umbygt gomlu saltsøluna, sum Býráðið keypti frá trotabúgvi, til ein glasbygning sum er fíggjaður av inntøkum frá Tórshavnar Havn, var hetta tí vit vóru vitandi um at hetta neyvan var í tráð við virksemi sum ein kommuna skal hava sambært lóg.

Tá so formaðurin í Tórshavnar Havn í lesarabrævið ger greitt at Tórshavnar Havn hevur fyrst keyp bygningin og síðani gjørt hann í stand fyri 80 mió. kr. at leiga út til at leiga út til oljuvinnu, offshore, virðisøking av fiskavørum, havtøkni, marknaðarførslu, havkanningar, reiðaravirksemi, lívtøkni, ráðgevaravirksemi, aling og gransking, KT-menning til sjóvinnu, íverksetan og ymiskt skeiðsvirksemi…… var okkum greitt at her var talan um virksemið sum lá langt uttan fyri tað sum ein kommuna er ætlað til.

Niðurstøða frá 2007

Í desember mánaða 2007 gjørdi Kommunala eftirlitið eina niðurstøðu tá Gøtu Kommuna ætlaði at byggja ein bygning sum har stórsti parturin skuldi leigast út til Toll og Skatt.

Kommunala eftirlitið segði m.a. soleiðis í niðurstøðu síni:

.Sbrt. § 50, stk. 1 kann ein kommuna einans taka lut í vinnuligum virksemi, um virksemi tænir einum almannagagnligum endamáli og ikki hevur vinning fyri eyga. Henda grein lógarásetur meginregluna um, at tað ikki er loyvt kommunum at reka handil, handverk, ídna ella fíggjarligt virksemi, og hevur í útgangsstøðinum við sær, at ein kommuna ikki kann leiga út høli, tí at hetta ikki er ein kommunal uppgáva.

Frá hesum útgangsstøði eru tó undantøk, sum hava við sær, at tað í ávísum førum er í lagi, at ein kommuna tekur lut í vinnuliga virkseminum. T.d. kann ein kommuna taka lut í tílíkum virksemi, um hetta er grundað á, at kommunan hevur ein yvirkapasitet, sum hon vil brúka fyri at sleppa undan virðistapi. Hevur kommunan ein slíkan yvirkapasitet kann hon tí leiga út hølir, um ávísar treytir eru uppfyltar. Fyri tað fyrsta má kommunan ikki byggja ein ov stóran bygning, við tí eina endamálið at fáa ein yvirkapasitet, sum kann leigast út.

………Grundað á hetta, er Innlendismálaráðið av teirri fatan, at ein kommuna kann leiga út høli, sum hon hevur til yvirs, um nevndu treytir eru uppfyltar……

Kommunala eftirlitið krevur frágreiðing frá Tórshavnar Kommunu.

Hilmar Høgenni, deildarleiðari í Almannamálaráðnum, váttar í morgun at kommunala eftirlitið er í ferð við at kanna Saltsøluna.

– Tórshavnar Havn er ein kommunalur stovnur og tí er verkætlanin við Saltsøluni hjá Bacalao ein verkætlan sum kemur undir kommunalt virksemið og tí hava vit biði um eina frágreiðing, sigur Hilmar Høgenni í stuttari viðmerking.

——-

Her er niðurstøðan frá 2007

Viðv. fyrispurningi um kommunalt vinnuligt virksemi

12. okt. 2007 fekk Innlendismálaráðið teldubræv frá John William Joensen. Spurningur varð settur, um tað er í samsvar við § 50 í lóg nr. 87 frá 17. mai 2000 um kommunustýri (kommunustýrislógin), at Gøtu kommuna hevur samtykt at byggja ein skrivstovubygning, sum fyri størsta partin skal nýtast til útleigan.

Innlendismálaráðið hevur heitt á Gøtu kommunu um at koma við viðmerkingum til fyrispurningin og hesar viðmerkingar fekk Innlendismálaráðið 12. nov. 2007. Viðmerkingarnar eru frá borgarstjórunum í Gøtu og Leirvíkar kommunu, av tí at tað, sbrt. upplýsingunum, eru báðar kommunurnar, sum hava samtykt at byggja ein stóran fyrisitingarbygning, í samband við, at kommunurnar verða lagdar saman í Eysturkommunu 1. jan. 2009. Kommunurnar hava mett, at brúk er fyri einum bygningi, sum kann hýsa øllum fyrisitingararbeiðinum hjá samanløgdu kommununi, so hvørt sum uppgávur verða lagdar til kommunurnar frá landinum, og so hvørt sum fleiri kommunusamanleggingar verða framdar. Útleigan av hølum er grundað á, at útreiðslurnar skulu haldast niðri, til kommunan sjálv skal nýta hølini.

Viðmerkingar Innlendismálaráðsins

Av tí at Gøtu Kommuna enn ikki leigar út høli og tískil ikki er farin undir virksemi, sum kann verða fevnt av § 50 í kommunustýrislógini og sum fyrispurningurin snýr seg um, kemur Innlendismálaráðið bert við almennum viðmerkingum um, hvørt ein kommuna kann leiga út hølir.

Sbrt. § 50, stk. 1 kann ein kommuna einans taka lut í vinnuligum virksemi, um virksemi tænir einum almannagagnligum endamáli og ikki hevur vinning fyri eyga. Henda grein lógarásetur meginregluna um, at tað ikki er loyvt kommunum at reka handil, handverk, ídna ella fíggjarligt virksemi, og hevur í útgangsstøðinum við sær, at ein kommuna ikki kann leiga út høli, tí at hetta ikki er ein kommunal uppgáva.

Frá hesum útgangsstøði eru tó undantøk, sum hava við sær, at tað í ávísum førum er í lagi, at ein kommuna tekur lut í vinnuliga virkseminum. T.d. kann ein kommuna taka lut í tílíkum virksemi, um hetta er grundað á, at kommunan hevur ein yvirkapasitet, sum hon vil brúka fyri at sleppa undan virðistapi. Hevur kommunan ein slíkan yvirkapasitet kann hon tí leiga út hølir, um ávísar treytir eru uppfyltar. Fyri tað fyrsta má kommunan ikki byggja ein ov stóran bygning, við tí eina endamálið at fáa ein yvirkapasitet, sum kann leigast út. Atlitið til at sleppa undan virðistapi kann tí sakliga grundgeva, at ein kommuna byggir størri hølir enn hon hevur brúk fyri, um so er, at kommunan veit, at tað innanfyri nærmastu framtíð verður neyðugt við størri hølum. Við at byggja ein stóran bygning í einum, slepst undan, at byggingin fer fram í fleiri smærri byggistigum, og tískil kann hetta í longdini spara kommununi pengar. Fyri tað næsta skal kommunan ikki kunna sleppa av við yvirkapasitetin á annan hátt enn at bjóða hølini til leigu í kapping við privat. At enda skal útleigingin hjá kommununi byggja á vanligar marknaðartreytir, soleiðis at kappingin við møguligar privatar partar ikki verður avlagað.

Grundað á hetta, er Innlendismálaráðið av teirri fatan, at ein kommuna kann leiga út høli, sum hon hevur til yvirs, um nevndu treytir eru uppfyltar.

At enda skal Innlendismálaráðið leggja afturat, at ein kommuna skal virka innanfyri vanligu fyrisitingarligu reglurnar. Hetta hevur m.a. við sær, at vanligi líkskaparsetningin skal yvirhaldast, t.e. at ein kommuna skal handfara øll á sama hátt, uttan so, at ein saklig grundgeving er fyri ikki at gera tað. Í hesum føri inniber líkskaparsetningurin, at øll skulu hava sama møguleika fyri at leiga høli hjá kommununi, uttan so, at ein saklig grundgeving er fyri, at hølini bert kunnu bjóðast einum ávísum leigara. Kommunan kann tískil ikki áðrenn bygningurin er bygdur hava avgjørt hvør skal leiga hølini, sum eru til yvirs, um hølini ikki hava verið bjóðað alment fram, um ikki ein saklig grundgeving er fyri, at ein ávísur leigari, t.d. Toll- og Skatt, skal leiga hølini.

Innlendismálaráðið skal eisini gera vart við, at kommunan ikki má flyta markið millum tað privata og tað almenna og má tí bjóða hølini út á vanligum marknaðartreytum og hevur hetta m.a. við sær, at prísurin skal varða lagdur soleiðis, at privatir útleigarir ikki verða trokaðir av marknaðinum. Í tí samanhangi skal eisini gerast vart við, at kommunur, og kommunalt virksemi, er fevnt av løgtingslóg nr. 83 frá 6. juni 1997 um kapping, sum broytt við løgtingslóg nr. 81 frá 3. desember 1998 (kappingarlógin), sbrt. § 2, nr. 2, og hevur hetta við sær, at ein kommuna ikki má avmarkað ella á annan hátt viðføra skaðilig árin á kappingina.

Avrit av hesum skrivi er sent Gøtu kommunu.

Vegna Innlendismálaráðið

Hilmar Høgenni

Deildarstjóri