Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kommunalur munur

Virgar T. Dalsgaard

Tað vóru fýra vikur millum tey offensivu charmutiltøkini millum útisetar í Kjøpinhavn hjá ávikavíst Havnar- og Klakksvíkar kommunu, og tað má sigast, at tiltøkini vóru rættiliga ymiskt skipaði

Tað vóru fýra vikur millum tey offensivu charmutiltøkini millum útisetar íKjøpinhavn hjá ávikavíst Havnar- og Klakksvíkar kommunu, og tað má sigast, attiltøkini vóru rættiliga ymiskt skipaði


Klakksvíkingar hildu sín sera fjølmenta fund hóskvøldið tann 20. apríl íFøroyahúsinum á Vestarubrúgv, sum liggur høgligari og nógv meira centralt ennNorduratlantsbryggjan. Føroyahúsið var eisini stúgvandi fult av fólki.


Klakksvíkingar dugdu at framføra síni sjónarmið við klæðiligum humor ogsjálvironi. 
Teir virkaðu avslappaðir, informativir, undirhaldandi og professionellir.


Allarhelst hava teir lært av tí kiksaða fundinum hjá Tórshavnar kommunu áAtlantsbryggjuni, har man helt ein indoktrinerandi missiónsfund og ovurfrelstembætis-fólk kappaðust um at vitna við skammrósandi monologum um tað næstan”problemleysu” Suðurstreymoy, meðan øll restin av Føroyum heilt varðlopin um.


Fundarfjøldin slapp ikki at stilla beinleiðis spurningar til havnarliðið, meðanklakksvíkar-fylkingin hevði sett rímuliga tíð av til bæði spurningar og debatt.


HVAT VERDUR NÚ NÆSTA NOSID millum útisetar?


Annars er henda “Føroyalokkingin” ikki serliga rímulig. Hvat skullu Tvøroyri, Vestmanna, Fuglafjørður ella Runavík nú gera? Og eingin torir at hugsa um Sumba ella Gásadal. Hvat skullu tey kapitalveikaru økini stilla upp móti teimum kommunaluskatta-musklunum hjá landsins størstu kommunum? 

Henda demografiska dyrgingin millum útisetar er undarliga stuttskygd ogchauvinistisk. 


Hon minnir symbolskt ikki heilt sørt um “exodus”-kampagnur ítretivunum