Á skránni fyri býráðsfundin týskvøldið er eitt mál um møguligt samstarv við hægri lesandi, har kommunan kann veita stuðul í samb. við skriving av høvuðsuppgávu, um skrivað verður um eitt evni, sum mett verður at hava almennan áhuga og er gagnligt fyri Klaksvíkar Kommunu.

Í skránni fyri býráðsfundin týskvøldið 21. mars 2013 verður greitt frá, at ælanin við uppskotinum er, at kommunan kann hava eitt tilboð til lesandi, ið eru í holt við at skriva eina høvuðsuppávu.Tað kann vera í samband við bachelor ella kandidat.
Um so er, at ein lesandi velur at skriva um eitt evni, ið veðrur mett at hava ein almennan áhuga og er gagnligt fyri Klaksvíkar Kommunu, so kann kommunan stuðla teimum lesandi á ymiskan hátt. Tað verður eisini eitt krav, at kommunan hevur rætt til at brúka uppgávuna, verður greitt frá í almennu býráðsskránni, har umsitingin mælir til, at Klaksvíkar Kommuna setur í verk eina skipan, har lesandi fáa eitt tilboð um stuðul í sambandi við, at tey skriva eina høvuðsuppgávu.
Tað framgongur eisini, at Fíggjarnevndin á fundi 19. mars hevur samtykt at taka undir við tilmælinum.