Fríggjadagin 28. februar 2014 hittust leiðarar, varaleiðarar, álitisfólk og aðrir lyklapersónar innan eldraøkið í Norðoyggjum í byráðshøllini í Klaksvík, har Óluva Klettskarð, forkvinna í trivnaðarnevndini eldri og bústaðir, hevði boðið til fundar.
Fríggjadagin 28. februar 2014 hittust leiðarar, varaleiðarar, álitisfólk og aðrir lyklapersónar innan eldraøkið í Norðoyggjum í byráðshøllini í Klaksvík, har Óluva Klettskarð, forkvinna í trivnaðarnevndini eldri og bústaðir, hevði boðið til fundar.
– Hesin fyrsti fundurin er almenna startskotið til fyrireikingar okkara av kommunalu yvirtøkuni av eldraøkinum, sum løgtingið í løtuni viðger, sigur Óluva Klettskarð, sum var ógvuliga fegin um góðu uppmøtingina til fundin.
– Vit ynskja at fáa eitt so gott innihald og so góða tænastu á eldraøkinum, sum til ber, eftir at kom-munan hevur fingið ábyrgdina av tí, og besti háttur at røkka tí málinum er at spyrja tey, sum leiða og starvast innan hetta økið og tilhoyrandi áhugafeløgini, tí tey hava førleikarnar, royndirnar og vitanina innan eldraøkið.
Hugarok um tænasturnar á eldraøkinum í framtíðini
– Vit vóru umleið 40 í tali á hesum fundinum, og fyri at fáa sum mest burturúr, tá ið so nógv fólk møtast, valdu vit at skipa fundin sum eitt hugarok, har øll fingu høvi at siga og skriva niður sínar hugsanir, upplýsir Óluva Klettskarð.
– Tað var ógvuliga hugaligt at uppliva áhugan hjá hesum fólkum, sum dagliga eru um tey eldru in-nan tær ymisku tænasturnar. Hesin parturin av fyrireikingunum snýr seg um sjálvt innihaldið í eldratænastunum, og her kom nógv viðkomandi fram, sum vit skráseta og taka við í víðari fyrirei-kingarnar. Ætlanin er, at hesi fólkini hittast aftur, so vit í felag fáa ment tankar og hugsanir.
Kommunurnar í Norðoyggjum verða saman um eldraøkið
– Umframt hendan partin, ið snýr seg um sjálvar tænasturnar og innihaldið, so snýr yvirtøkan av eldraøkinum seg eisini um tveir aðrar høvuðspartar: tann fíggjarliga og tann bygnaðarliga.
– Fíggarligi parturin er ógvuliga umráðandi at lýsa gjølla, og eru vit her í ferð við at savna inn neyðugu upplýsingarnar, kommunan hevur tørv á. Vit fara at gera okkara, men hinvegin, so er tað løgtingið, ið skapar fyritreytirnar fyri, hvussu fíggjarkarmurin verður, og hann kenna vit tíverri ikki fyrr enn til heystar.
– Triði høvuðsparturin av hesum máli fevnir um, hvussu kommunurnar skipa stýringina av eldraøki-num í Norðoyggjum. Her hava borgarstjórarnir havt nakað av samskifti, sum fer at halda fram ko-mandi tíðina, sigur Óluva Klettskarð, forkvinna í trivnaðarnevndini børn og ung.




