Borgarstjórin sigur at tað er óheppið at tað ikki verður bygt á tey grundstykkir sum eru tøk í býnum í dag
Tað er langur bíðilisti at fáa grundstykkir í Klaksvík. Men hóast stórt trýst er á kommununa at fremja fleiri útstykkingar, so eru tað framvegis økir inni í býnum sum enn eru óbygt.
Tað eru tí fleiri sum seta spurningin um kommunan ikki hevur verið alt ov lagalig við grundstykkjapolitikkinum tá fólk í longri tí kunnu sita á einum grundstykki uttan at byggja.
Borgarstjórin sigur seg kenna til trupuleikan men at tað er ikki so einfalt sum tað verður gjørt til.
– Vit hava stramma upp og fylgja væl við um fólk halda tíðarfreistirnar tá tey fáa grundstykkir frá okkum og fyri stuttum lótu vit seks grundstykkir til aðrar eigarar tí upprunaligu eigararnir ikki høvdu víst vilja at byggja á grundstykkini.
– Orðsøkin til at tað framvegis eru fleiri grundstykkir, sum ikki eru bygd er tað at hetta fyri stóran part eru privat stykkir, sum ognarmenn hava fingið í samband við útstykkingar og ognartøku.
– Eisini er tann trupuleikin at kommunan ikki altíð hevur ongnartikið stykkini rundan um vegirnar, sum eru lagdir og tí hevur kommunan á tann hátt hækka prísin á privatu ognunum við tí úrslitið at hesi stykki í dag liggja óbygd.
– Vit arbeiða við hesum trupulleikanum tí tað kann ikki vera rætt at vit ikki brúka tey stykki sum í dag liggja við veg og eru klár at byggja á.




