Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kommunu-samanlegging

John William Joensen

Ímeðan tað tykist rættulig gongd vera komin á kommunusamanlegging í Eysturoynni og aðrastaðni við, so er nærum tøgn á hesum tingi í Norðoyggjum.

Smáu bygdirnar flestu í Norðoyggjum minka alsamt og harvið gerst eisini møguleikin hjá teim smáu kommununum alt meira avmarkaður at gera nakað munagott og tíansheldur at yvirtaka málsøkir frá landinum.
Í seinastuni hevur verið frammi, at fólk sum búgva og arbeiða í Klaksvík eru skrásett á bygdunum sum skattgjaldarar. Onkur hevur hildið at tað skulu tey hava loyvi til, tí vit hava fingið so nógv gott frá bygdunum, men hetta ber ikki uppi í longdini, tí munur er á skattaprosentinum og sambært lógini, so skalt tú gjalda skatt í tí kommunu, sum tú búleikast í og sum hevur útreiðslur av umhvørvi tínum.
Hinvegin er tað ein sjálvfylgja, um so er at kommunur í Norðoyggjum verða lagdar saman við Klaksvík, at peningur verður brúktur frá skattaborgarum í Klaksvík til bygdirnar. Vit eiga at gera alt, sum stendur í okkara makt fyri at varðveita bygdirnar og tí hava vit eisini okkara peningaligu ábyrgd móti teimum.
Tá tosað verður um kommunusamanlegging eiga polittikarar okkara eisini at hava undirsjóvartunnilin í huga.
Nú Oyndarfjørður hevur samtykt at arbeiða við komunnusamanlegging og Fuglafjarðar kommuna sigur, at ein tunnil ímillum Hellurnar og Fuglafjørð verður veruleiki um ikki so nógv ár, stingur ein áhugaverdur spurningur seg upp.
Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík gjørdi okkum varðugar við, at um ein slíkur tunnil kemur til Hellurnar, so verður vegastrekkið úr Oyndarfirði til Klaksvíkar bert 18 kilometrar, ímeðan vegastrekkið úr Oyndarfirði til Runarvíkar er og verður 27 kilometrar. Ella við øðrum orðum fer tað at taka somu tíð at koyra úr Klaksvík til Oyndarfjarðar, sum tað í dag tekur at koyra úr Klaksvík til Viðareiðis.

Harleywoodpaint