Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kommunufelagið valt nýggjan næstformann

Danial Viðoy

Stýrið í Kommunufelagnum hevur á stýrisfundi í gjár valt nýggjan næstformann. Nýggjur næstformaður í felagnum verður Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu.

TÍÐINDASKRIV FRÁ KOMMUNUFELAGNUM:

Stýrið í Kommunufelagnum hevur á stýrisfundi í gjár valt nýggjan næstformann. Nýggjur næstformaður í felagnum verður Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu.

Eftir at verða valdur í Løgtingið, valdi Magnus Rasmussen at leggja borgarstjórastarvið í Runavík frá sær, og harvið eisini at siga frá sær sessin sum næstformaður í Kommunufelagnum. Nýggi borgarstjórin í Runavík, Torbjørn Jacobsen, tók 1. januar sæti í stýrinum fyri Magnus, og á stýrisfundi í kommunufelagnum í dag bleiv somuleiðis avgjørt, at Torbjørn Jacobsen eisini tekur sæti sum nýggjur næstformaður í felaganum.

Næstformaðurin umboðar saman við formanninum í felagnum Heðini Mortensen dagligu politisku leiðsluna í felagnum.