Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kommunulæknastørv leys at søkja

Jóhann Lutzen

Heilsutrygd lýsir í miðlunum eftir tveimum kommunulæknastørvum í Norðoya læknadømi. Størvini verða sett frá 1. november 2017

Heilsutrygd lýsir í miðlunum eftir tveimum kommunulæknastørvum í Norðoya læknadømi. Størvini verða sett frá 1. november 2017

Framyvir kunnu norðoyingar eftir øllum at døma vænta at síggja tvey nýggj andlit í læknaviðtaluni við Sandin. Tí í miðlunum lýsir Heilsutrygd eftir tveimum kommunulæknum at byrjað 1. november í ár, ella við nærri avtalu við Heilsutrygd

Lýsingin ljóðar soleiðis:

Kommunulæknastørv leys at søkja í Norðoya læknadømi

Læknadømið
Í Norðoya læknadømi eru umleið 6000 borgarar. Kommunulæknarnir í Norðoya læknadømi starvast í nýmótans hølum á Læknamiðstøðini í Klaksvík. Trý viðtaluhøli eru til hvørja læknaviðtalu, umframt móttøku, bíðirúm og annað. Ein fastsettur kommunulækni er í starvi í viðtalu 2. Harafturat starvast tveir sjúkrarøktarfrøðingar á Læknamiðstøðini umframt fýra læknaskrivarar. Leysu kommunulæknastørvini eru í viðtalu 1 og viðtalu 3.

Størvini
Tey, sum verða sett í starv, skulu vera sinnað til at samstarva við hini starvsfólkini á Læknamiðstøðini og við starvsfólk í heilsuverkinum sum heild. Tey skulu vera við til at menna heilsufakligar tænastur saman við viðkomandi pørtum og vera við í nýskipanum innan økið.

Økið
Kommunulæknar í Føroyum virka á einum heilsufakligum ábyrgdarøki, sum fevnir víða, krevur nógv og hevur góðar møguleikar til at menna seg fakliga. Allar kommunulæknaviðtalurnar eru knýttar at talgildu sjúklingaskránni Cosmic, sum er skrásetingarskipan fyri allar kommunulæknar og sjúkrahúsini.

Kommunulæknin er við í vaktarskipanini og samstarvar við aðrar kommunulæknar.

Starvið verður lønt sambært avtalu millum Heilsu- og innlendismálaráðið og Kommunulæknafelag Føroya og sambært sáttmála millum Heilsutrygd og Kommunulæknafelag Føroya.

Ískoyti til eftirútbúgvingarskeið verður veitt kommunulæknum í føstum starvi. Viðtaluhøli fylgja við starvinum, og tey eru ókeypis.

Í umsóknini skal verða tilskilað í hvørji viðtalu starv ynskist.

Krøv
Tann, ið søkir starvið, skal hava serlæknagóðkenning ella vænta at fáa serlæknagóðkenning í almennum medisini í næstum.

Umsóknarfreistin er 29. september 2017, kl. 12.00

Skrivlig umsókn við avriti av CV og góðkendum embætisprógvi og yrkisbrævi (autorisatión), viðmælum o.ø. verður send Heilsutrygd, Postsmoga 52, Klaksvíksvegur 7, FO-710 Klaksvík ella við telduposti áheilsutrygd@heilsutrygd.fo.

Fleiri upplýsingar
Vilt tú hava neyvari upplýsingar um kommunulæknastørvini og Læknavaktina, kanst tú venda tær til Heilsutrygd, John D. Olsen tlf. +298 614010 ella t-post:jdo@heilsutrygd.foella til formannin í Kommunulæknafelag Føroya, Marjus Dam tlf. +298 212325 eller t-post:m-dam@olivant.fo.