Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kommunulæknavaktin má fáast at virka

John William Joensen

Kommunulæknavaktarskipanin í Norðoyggjum og Eysturoynni virkar ikki nøktandi sum er.

Ein vælvirkandi læknavaktarskipan, sum virkar alt samdøgrið er neyðug. Samgongan ger einki við trupulleikan. Tí ger Sambandsflokkurin í samband við fíggjarlógarviðgerina eina roynd at fáa læknavaktina í Norðoyggjum og Eysturoynni at virka betur. Vónandi fara aðrir flokkar at taka undir við uppskotinum.

Kommunulæknavaktarskipanin virkar als ikki nøktandi í Norðoyggjum og pørtum av Eysturoynni. Fyri brúkaran virkar skipanin stirvin, ógvuliga fjar og í størri mun enn gott er, miðsavnað um Landsjúkrahúsið.

Kommunulæknavaktarskipanin eigur at virka alt døgnið, tí hon í mangar mátar er trygdin hjá fólkinum í einum øki. Skal skipanin virka nøktandi í Norðurøkinum er neyðugt at Klaksvíkar Sjúkrahús verður tikið meira við í skipanina á ein skipaðan hátt, sum bæði sjúklingar, avvarðandi, kommunulæknar og starvsfólk á sjúkrahúsinum kunnu kenna seg trygg við. Hetta hevur landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum eisini viðgingið, men tíverri einki gjørt við.

Tí mælir Sambandsflokkurin til at styrkja forvaktina á Klaksvíkar Sjúkrahúsi við hálvum øðrum sjúkrarrøktarfrøðingi og einum hjálparlækna afturat. Árliga kostar ein slík skipan 3,2 mió. kr. Út frá tilráðingum frá serkønum á økinum, verður skotið upp at styrkja forvaktina á Kl. Sjúkrahúsi fyri í fyrsta lagi at fáa læknarvaktarskipanina at virka nøktandi og í øðrum lagi at fáa arbeiðsumstøðurnar á Sjúkrahúsinum á hesum øki aftur í rættlag.

Sum er er trupult at fáa kommunulæknastørvini mannað. M.a. tað ger, at kommunulæknavaktarskipanin fæst ikki at virka allastaðni eftir verandi mannagongdum. Hinvegin er nógv lættari at manna hjálparlæknastørvini á sjúkrahúsinum. Men við tað at vaktarskipaninar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi longu nú ofta og óskipað verða órógvaðar av uppgávum, sum ein vælvirkandi kommunulæknavaktarskipan átti at tikið sær av, verða hjálparlæknastørvini eisini minni áhugaverd. Tí er altavgerandi, bæði fyri sjúkling, avvarðandi og starvsfólk at fáa hesi viðurskifti skipað sum skjótast.

Vónandi fara hinir andstøðuflokkarnir og samgongumeirilutin at síggja tað neyðuga í at fáa kommunulæknavaktarskipanina av virka og tí fara at taka undir við uppskotinum frá minnilutanum.

30. mai 2008
Bjørn Kalsø

løgtingsmaður