Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kommunurnar gíslar hjá landinum

John William Joensen

Verandi samgonga sigur, at yvirtaka kommunurnar ikki barnaverndar- og eldraøki sjálvboðin, so noyða vit tykkum til tað.


Orsøkin
Til at leggja út til kommunurnar skal vera hugtaki nærleiki? Høvdu vit nú búð í USA, Kina ella øðrum størri landi kundi ein skilt hetta, men í Føroyum er grundgevingin ørvitistos og undanførslur.
Tí veruliga orsøkin er ein fíggjarligur spurningur og einki annað, tí landið hevur turka útreiðslur av uppá kommunurnar og ætlar at blíva við, til fíggjarlógin hjá landinum hongur saman..
 
27,4 prosent í kommunuskatti
Barnaverndarøki kostar umleið 55 mill krónur um ári og er ætlanin, at kommunurnar kunnu hækka skattaprosenti 0,9 meðan landið lækkar sítt tilsvarandi.
Eldraøki skal brúka 114 mill krónur í nýbyggingum og árliga 112 mill krónur í øktum rakstrarútreiðslum, bert fyri at nøkta bráfengis tørvin á eldraøkinum.
Eftir útrokningargrundarlagnum á barnaverndarøkinum gevur hetta eina øking av kommunuskattaprosentinum uppá 4 prosent.
Fyri Tvøroyri hevði skattaprosenti hækka frá 22,5 til 27,4 prosent og sjálvt um landsskatturin lækkar tilsvarandi verða tað tey lágløntu, sum blíva rakt, tí tey merkja kommunuskattaprosenti mest.
 
Løgmaður og Almannaráðharrin
Bæði løgmaður, sjálvt um tað er ivasamt hvat ein kann leggja í hvat hann sigur og embætisfólk hava sagt , at tað kemur at taka 5-10 ár áðrenn tað fíggjarliga býti er klárt millum land og kommunur. Men Almannaráðharrin, fyrrverandi kommunupolitikari sigur, at barnaverndarøki skal yvirtakast 1.januar 2004 og eldraøki 1.januar 2005.
Ein má undrast yvir, hvat hesin ráðharrin hevur ímóti kommununum og hví, tí ongar sakligar grundgevingar eru fyri at skunda hesi mál ígjøgnum, uttan sjálvsagt tær fíggjarligu fyrimunirnir hjá landinum.
 
Undirtøkan frá kommununum
Sum gísli er tú ofta noyddur at gera sum gíðslatakarin (landið) sigur, men tað er ørskapur frá fólkavaldum kommunupolitikarum, eisini teimum sum sita á tingi, at taka undir við hesari framferð hjá almannaráharranum, tí hvat liggur veruliga aftanfyri hesum, at skunda hesi týdningarmiklu og fíggjarligu stóru mál ígjøgnum so at landið sleppur undan útreiðslum og íløgum??????
 
Land og kommunur
Tað hevur ikki gingið betri ella verri hjá kommunum enn hjá landinum, tí skuldi tað ikki verið nøkur orsøk til at landi turkar sínar fíggjarligu byrðar av uppá kommunurnar.
Nakrar kommunur hava hækka, aðrar hava lækka sítt  skattaprosent alt eftir tí fíggjarligu støðu kommunan er í og tá ið landi hevur lækka sítt skattaprosent, so má tað sjálvsagt verða tí landið hevur ráð til tað, ella?
 
Finnleif Guttesen
býráðslimur á Tvøroyri