Yvirlit frá IRF vísir at tað kemur meira inn av vinnuligum burturkasti úr Norðoyggjum umroknað pr. borgara enn tað ger úr Eysturoynni. Umhvørvisstovan staðfestir at einans Tórshavnar Kommuna hevur ein samtyktan umhvørvispolitik.

Norðlýsið hevur seinastu tíðina fregnast eftir hvussu gongur við fáa samtyktan ein umhvørvispolitkk í Klaksvíkar Kommunu, men enn er einki svar komið og skili er ikki gott á hesum øki hjá kommunum kring landið.
Umhvørvisstovan upplýsir fyri Norðlýsinum at tey einans kenna til at Tórshavnar Kommuna hevur ein umhvørvispolitikk, men tey vita at Klaksvíkar Kommuna í eina tíð hevur arbeitt við at fáa ein politikk fyri umhvørvið, samtyktan í býráðnum.
Serliga tykist sum um at tað haltar á vinnuøkinum har alt ov lítið verður kravt av vinnufyritøkum.
| Øki | Nøgd í m³ | m³/Fólk |
| Norðoyggjar | 20.735 | 3,48 |
| Eysturoy | 32.046 | 3,07 |
| Vágar | 9.415 | 2,99 |
| Suðuroy | 10.734 | 2,33 |
| Streymoy | 5.178 | 1,47 |
| Sandoy | 1.573 | 1,22 |
| Samlað | 79.681 | |
| Miðal | 13.280 | 2,43 |