Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kommunusamanlegging: Svínoy og Klaksvík: Borgarafundur í Svínoy

John William Joensen

Tað vóru áleið 30 fólk á borgarafundi í Svínoy fríggjakvøldið, har Svínoyar og Klaksvíkar kommunur greiddu frá uppskotinum til sáttmála um samanlegging, sum svínoyingar skulu atkvøða um í september mánað.

Seinastu tíðina hava Eyðun Jacobsen, borgarstjóri í Svínoyar Kommunu, og Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu, staðið á odda fyri samráðingum millum kommunurnar báðar um ein sáttmála um sjálvbodna samanlegging.

Sáttmálauppskotið hevur nú verið til kunningar og umrøðu í kommunustýrunum báðum, og fríggjakvøldið tann 20. juli 2007 varð kallað saman til borgarafundar í Svínoy, har greitt varð frá málinum.

Umframt onkrar fjølmiðlar møttu áleið 30 fólk til borgarafundin.

Eyðun Jacobsen borgarstjóri bjóðaði vælkomið og greiddi stutt frá, hvussu fundurin varð skipaður, og gav síðan orðið til Steinbjørn Jacobsen borgarstjóra, sum eins og Eyðun fegnaðist um ta góða stevið, sum partarnir høvdu havt í samráðingunum.

Síðan hevði John Færø, býráðsskrivari í Klaksvíkar Kommunu, eina framløgu um innihaldið í sáttmálauppskotinum.

Eftir framløguna fingu fólk høvi til at seta kommunustýrisumboðun¬um spurningar, har komið varð inn á ymisk kommunal viðurskifti, men eisini onnur viðkomandi evni fyri Svínoy eitt nú *tað vánaliga ferðasambandið og, um sameinda kommunan kann leggja eitt størri trýst á landsmyndugleikarnar um at fremja ætlanina um ferjulegu og tunnil yvir í Havn, sum hevur sera breiða undirtøku millum svínoyingar, *kommunuskatta¬prosent, *verkætlanina um sambýlið Gamlagarð, sum liggur í kortunum at gera, *smoltstøðina í Svínoy, sum í løtuni er óvirkin, *bygdarplanin, sum skal gerast fyri Svínoy o.s.fr.

Kommunustýrisumboðini, sum vóru við á fundinum, vóru: Steinbjørn O. Jacobsen borgargstjóri og Jákup Mikkelsen, varaborgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu, og Eyðun Jacobsen borgarstjóri og kommunustýrislimirnir Jógvan Edmund Joensen og Jógvan Olsen í Svínoyar Kommunu.

At enda takkaði Eyðun Jacobsen fyri góðan fund og bjóðaði ein kaffimunn við onkrum góðum afturvið.

Fólk fingu høvi at taka sær eitt eintak av sáttmálauppskotinum heim við at kunna seg víðari um málið, sum fólkaatkvøða verður um í Svínoy seinni í ár.

Harleyfacadeacryl