Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kommunusamanlegging

John William Joensen

Mikudagin var so undirskrivaður sáttmáli ímillum Klaksvíkar Kommunu og Mikladals- og Trøllanes kommunu um samanlegging.

Hóast tað eru viðurskifti sum tala fyri ávísum sjálvræði til allar bygdir, so er veruleikin tann ídag, at um ein kommuna skal megna at nøkta tørvin hjá borgarum sínum, so krevst í øllum førum, at so mikið av skattgjaldarum eru í kommununi at peningaligt grundarlag er fyri munagóðum kommunalum aktiviteti.
Tosað verður nógv í hesum døgum um, at leggja størri ábyrgdir á kommunurnar. Nærdemokratiið hevur sjálvsagt sínar stóru møguleikar, men eyðvitað er, at ein ávís stødd av kommununum verður neyðug, um kommunan yvirhøvur skal vera før fyri at gera nakað sum helst.
Flestu kommunurnar í Norðoyggjum, tá sæð verður burtur frá Klaksvík eru sera smáar og hóast summar eru væl fyri peningaliga, so er bert spurningur um tíð hvussu leingið tær megna at tæna borgarunum nøktandi við peningaligu orkuni tær ráða yvir.
Ein væl skipað Norðoya Kommuna hevði óivað verið besta útgangsstøðið fyri eini vælvirkandi kommunu. Men vit skulu tó ikki síggja burtur ífrá, at tað eru tey, sum eru bangin fyri at gerast útjaðari í einari stórari kommunu við eftirfylgjandi vanbýti ímun til meginøkið.
Skulu vit rokna við at aðrar kommunur í Norðoyggjum einafer í framtíðini fara at leggja saman við Klaksvíkar Kommunu, so er nú sera umráðandi at Klaksvíkar Kommuna nú vísir, at
hon stendur sum ein eind.
Higartil hava Ánirnar, Oyrar og Árnafjørður ikki verið nøkur dømir um, at okkara kommuna røkir útjaðaraøkini í kommununi eins væl og miðøkið. Millum annað gongur seyðurin enn millum húsini úti á Oyri og Ánirnar síggja heldur ikki innbjóðandi út, hóast hesir báðir partar av kommununi í seinastuni hava fingið sóttreinsað vatn.
Skulu vit ganga eftir tí Árnfirðingar sjálvir siga, so hevur kommuna okkara heldur ikki har útmerkað seg nakað serligt, tí um tú samanber eitt nú bygdina í Árnafirði við Norðdepli ella Hvannasund, so er ikki bara at fáa eyga av fyrimuninum Árnafjørður hevur havt av at ligið saman við Klaksvíkar Kommunu øll hesi mongu árini.
Skulu borgarar kring um í Norðoyggjum sannførast um tað rætta í samanleggingini, so er at gera sum borgarstjórin Steinbjørn O. Jacobsen segði í røðu síni um at fara í arbeiðishandskar.