– Kommunusamskipan Føroya sendir almenna áheitan á landsstýrið um at skipa og raðfesta vælferðargransking í Føroyum. –
Vælferðarskipanin fevnir um mong týdningarmikil viðurskifti í samfelagnum, og tí hava Norðurlond í mong ár havt skipaða vælferðargransking.
Ítøkilig vitan, hagtøl og útgreiningar eru avgerandi fortreytir fyri, at vælferðarskipanin kann gerast betri og nøktandi fyri øll. Bert á tann hátt kunnu vit neyvt eyðmerkja trupulleikarnar og skeivleikarnar, og bert á tann hátt ber til at betra um grundarlagið undir politisku raðfestingunum og avgerðunum.
Tí er neyðugt við gransking á økinum. Men støðan í Føroyum tann, at vit gita og meta, men vit vita lítið.
Munandi færri kvinnur í Føroyum enn menn
Kommunusamskipan Føroya hevur farnu tíðina umrøtt serstakliga ein eyðsýndan føroyskan vælferðartrupulleika, nevniliga skeiva kynsbýtið.
Við farna ársskiftið vóru í aldrinum 20-39 ár 1.085 færri kvinnur enn menn í Føroyum, og í aldrinum 40-59 ár vóru 689 færri kvinnur enn menn. Í fjør komu somuleiðis fram tøl, sum vístu, at munandi fleiri føroyskar kvinnur búgva í Danmark enn føroyskir menn.
Hetta eru kvinnur í besta barnsburðarføra aldri og í besta virkisføra aldri, sum føroyska samfelagið missir allan ágóðan av.
Hvat sermerkir kvinnurnar, sum fara av landinum? Hvat sermerkir kvinnurnar, sum velja ikki koma aftur? Er galið við sosialu skipanunum? Er galið við útbúgvingarskipanini? Er framvegis manglandi javnstøða á arbeiðsmarknaðinum? Eru vinnuligu og fakligu avbjóðingarnar ov fáar til tess at fáa vælútbúnu kvinnurnar heimaftur?
Politiska skipanin hevur eingi nøktandi svar uppá hesar og aðrar viðkomandi spurningar, tí eingin skipað gransking fer fram innan vælferð. Eingin ivi er tó um, at skeiva kynsbýtið hevur og fær stórar avleiðingar fyri føroysku vælferðina.
Áheitan um at skipa vælferðargransking
Kommunusamskipan Føroya ásannar, at hetta er eisini ein trupulleiki fyri føroysku kommunurnar, ið hava høvuðsábyrgdina av fleiri grundleggjandi vælferðartænastum.
Á fundi hin 24. august 2007 avgjørdi stýrið fyri KSF tí at heita á landsstýrið um at skipa og raðfesta føroyska vælferðargransking.
KSF er sannført um, at skipað vælferðargransking er alneyðug til tess at fáa eitt betri vitanargrundarlag til vega og harvið eisini eitt betri politiskt avgerðargrundarlag.
KSF metir eisini, at tað er hóskandi at byrja við skeiva kynsbýtinum sum yvirskipað granskingarevni, tí evnið fevnir um so mong málsøki, ið øll hava við týdningarmiklar partar av vælferðarskipanini at gera.
Tað er sannroynd, at fáa vit bøtt um skeivleikarnar í kynsbýtinum, so eru samstundis týðandi batar framdir innan alla vælferðarskipanina – eisini kommunalt.
Kommunusamskipan Føroya
www.ksf.fo




