Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Komnar í steypafinaluna

Norðlýsið

Góða gongdin hjá besta kvinnuliðnum hjá Stjørnuni heldur fram.

Komnar í steypafinaluna og lagt seg á odda í landskappingini
Góða gongdin hjá besta kvinnuliðnum hjá Stjørnuni heldur fram. Hóskvøldið bleiv finaluplássið í steypafinaluni endaliga staðfest við 30-24 sigri á Neistanum, og við sigri á VB í Vági sunnudagin hevur Stjørnan lagt seg á odda landskappingini Seinna hálvfinalan í steypakappinigini millum Stjørnuna og Neistan bleiv leikt íKÍ-høllini hóskvøldið. Eftir ein javnan fyrra hálvleik sum endaði 13-12 til Stjørnuna, lat Stjørnan ongan iva verða í seinna hálvleiki um, hvat betra liðið var. Stjørnan økti støðugt um leiðsluna, sum seinni hálvleikur leið. Í seinna hálvleiki fingu ungu leikarnir rættiliga møguleikan at royna seg, og komu tær væl frá uppgávuni. Endaliga úrslitið gjørdist 30-24 til heimaliðið, og harvið var luttøkan í steypafinaluni ein verunleiki við samlaða úrslitinum 64-42. Mótstøðuliðið í steypafinaluni verður VB. Finalan verður leikt í Havn 10. febrar. Vit gleða okkum til eina spennandi fianlu. Knógvaðu VB í Vági Dystirnir millum Stjørnuna og VB eru sum oftast spenndandi og undirhaldandi, og landskappingardysturin suðuri í Vági sunnudagin var onki undantak. VB hevði munin í fyrrahálvleiki, og var eitt skifti á odda 10-7, men tað eydnaðist Stjørnini svara aftur, soleiðist at tá farið varð til hálvleiks var javnleikur 13-13. Stjørnan hevði munin í seinna hálvleiki Tað gekk eisini javnt á stóran part av seinna hálvleiki, tó var tað Stjørnan sum hevði munin, eitt skifti var Stjørnan á odda 22-19, men VB gav ikki upp, og stríddi seg uppá javnleik 22-22, og høllin kókaði. Tað eydanist tó Stjørnani at skora eitt mál afturat, tá vór bert 20 sek. eftir at leika. Tað eydnaðist ikki VB at skora í seinasta álopinum, og endaði dysturin sostatt við sigri til Stjørnuna. Við sigrinum hevur Stjørnan lagt seg á odda í landskappingini við 12 stigum. Neistin á ørðum plássi hevur 11 stig, meðan VB verður verandi á triðja plássi við 8 stigum.