Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Komunulækna TELEFON-KAOS í Klaksvík

John William Joensen

Í løtuni ber ikki til at fáa fatur á Kommunulækna í Klaksvík


Sambart telefonbókini eru fýra telefonnummur, ið ringjast kann til, tá fatur skal fáast á kommunulækna í Klaksvík.
Ringir tú 458888 sum er læknavaktin, so er svarið "Einki samband er við fartelefonina í løtuni"!
Ringir tú Tlf. 455451, so er svarið: "Viðtalan er stongd fram til 1. maj…víst verður til vikar á telefon 455045…."
Ringir tú so víðari til tlf. 455045 so hoyrir tú hesa bandupptøkuna:"…. Viðtalan er stongd fram til 26. apríl…"
Síðani er bert eitt nummar eftir, nevnuliga 456400 og har er so hendan bandupptøkan at hoyra: "…telefontíðin er liðug fyri í dag, ring til tlf. 456182 fram til kl. 14 (klokkan er farin av 14) og síðani til læknavaktina tlf. 458888!.."
Og so eru vit komin runt tí tlf 458888 sigur "…einki samband er við fartelefonina í løtuni…"
Soleiðis er støðan tá tú roynir at fáa fatur á kommunulækna í Klaksvík tann 24. apríl 2006 kl. 14:20.
Vit royndu síðani Sjúkrahúsið, og fryntliga telefondáman ramsaði so omanfyri nevndu telefonnummur upp fyri okkum, og segði annars at ta vóru fleiri sum ringdu út til Sjúkrahúsið tí tey ikki fingu fatur á lækna.

Harleywoodpaint