Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Konfirmantar 1964

Norðlýsið

Myndina hevur Raclip v/ Alvin Ellebye tikið. Tann 4. oktober í ár vóru 50 ár liðin síðan 3. konfirmatiónina í Christianskirkjuni. Hetta var seinasta konfirmatiónin við Jóhan Nielsen, sum tá var fólkatingmaður.

Myndina hevur Raclip v/ Alvin Ellebye tikið. Tann 4. oktober í ár vóru 50 ár liðin síðan 3. konfirmatiónina í Christianskirkjuni.

Hetta var seinasta konfirmatiónin við Jóhan Nielsen, sum tá var fólkatingmaður.

Gingið varð til í “gomlu kirkju” hjá Busch.

63 konfirmantar vóru, og hittust 41 av teimum sunnumorgunin 05. oktober til ein góðan morgunmat í kirkjukjallaranum.

Síðan var gudstænasta, har Lisbeth, ið sjálv var konfirmantur, hevði prædikuna.

Aftaná var so døgurði og hugni í kjallaranum. Mangt var at minnast aftur á, og dagurin var væl liðin áðrenn hvør fór til sítt.

Vitja varð eisini úti Grøv, har blómur vórðu lagdar, og minningarløta var fyri teim 4 ið ikki eru okkara millum í dag.

Ein stak hugnaligur og minnisverdur dagur.