Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KONG KURT 40

John William Joensen

Í dag fyllur “heimskendi” klakksvíkingurin Kurt Mørkøre 40 ár

Kenni sum um at lýsingarorðini strekkja ikki til- tá ein skal skrivað nakrar reglur um fødselarin – vinmannin – Kurt Mørkøre. 

Yvirskriftin er rættuliga “bombastisk” men tá Kurt í seinrapartinum av síni fótbóltsyrkisleið gjørdist áleypari hjá norska felagnum Sogndahl – gjørdist hann beinanvegin toppkjútti og norska ítróttarpressan doyptu Bumshamarsfrensin – KONG KURT! 

Kurt var føddur tann 20. februar 1969 og vaks upp á Bumshamri, sonur Helga og Brynhild Mørkør. Syskini eru Kim, Allan, Ingun og Lisbeth.
Kurt er fyrst og fremst kendur sum fótbólts- leikari, venjari og hevur vunnið hópin av FM heitum og steypum. Eisini var hann partur av kenda fótbóltslandsliðnum, sum vann í Landskrona. 

Afturlítandi- er tað nú ikki so løgið at hann kom so væl fyri seg innan fótbóltin. 

Hann vaks jú upp á “Froda-sá-bø” saman við Ubanus Olsen, Harley Berholdsen, Torfinn Hentzen, Tom og Jaspur hjá Sylvan, Finn hjá Bai o.ø. góðum monnum. Í skúlanum fekk hann kenda KÍ-66-leikaran, Ólavur Niclasen til fimleikalærara. Hann syrgdu fyri at hóast fimleikatímarnir vóru býttir millum svimji-, fimleika- og KÍ høllina – at vit hvønn tann einasta tíma spældu bólt í KÍ-høllini. (Onkuntíð vóru vit noyddur at svimja – tá lærarinnan, sum hevði gentirnar í fimleiki ikki vildi boyggja seg). 

Kim gjørdi ikki so nógv burtur úr fótbóltinum – var meira niðri í fjøruni nðan fyri hjá Pollabá og millum neystini hjá Oliver Thomsen og Magnus hjá Amaliu. Kim hevði betri hug til sjógvin, men brøðurnir Allan og Kurt byrjaðu sum heilt ungir at spæla við piltunum hjá KÍ – og tað sum teirbáðir síðani avrikaðu er einki minni enn føroysk ítróttarsøga. 

Kurt gjørdist eins og pápin og abbin, bakari og yvirtók eitt skiftið bakaríið “Hjá KI”. 

Á sumri 1999 kom norsk sendinevnd frá Sogndahl at hyggja eftir heimadysti hjá KÍ – har teir serliga høvdu ætlanir um at keypa bakaran.
Men hendan dagin hevði Kurt ein av sínum heilt vánaligu dystum har einki eydnaðist. 

Hvørjaferð hann fekk bóltin bleiv alt til einki. 

Kurt hevur sjálvur greitt frá at hann tríggjar ferðir upp í slag fekk sending út í vinstru síðu – niðan móti Tummas Thomsen. Ístaðin fyri at leggja bóltin inn fyri royndi hann at “kryssa” og hvørjaferð misti hann bóltin. 

– Ein lítil drongur av Viðareiði stóð tætt við hornaflaggi saman við pápa sínum og hann rópti hvørjaferð: “Skift Kurt út!” 

– Triðjuferð eg misti bóltin og lítli pilturin endurtók orðini: “Skift Kurt út!” – spann øði í og vendi mær móti honum og bað hann pilla-av til Viðareiðis. 

– Hann bleiv rættiliga skakkur og næsti ferð eg hugdi vóru hann og pápin burtur! 

Sendinevndin frá Sogndahl ynskti at fáa Kurt til royndarvenjing, men hesum vísti bakarin frá sær – tí tað hevði hann ikki stundir til, so tá partarnir skiltust var lítil vón um nakað samstarv. Men stutt eftir komu boð úr Norra at teir vóru klárir at skrivað undir sáttmála.
 
Og skjótt var Kurt toppskjútti á norska liðnum. 

Í dag er Kurt búsitandi í Tornæs tætt við Molde í Norra har hann starvast sum bakari og eisini virkar sum fótbóltsvenjari. Hann er trúlovaður við Ragnhild AAs og stóri føðingardagurin verður hildin saman við familjuni. Eisini vil eg ynskja døtrunum Gunrið, Brynhild, Signe og Ingeborg tillukku við pápanum.

Hjartaliga tillukku
John William Joensen