Sunnudagin 19. januar kl. 16:00 hava Monika Stauss Joensen á violin og Birgitte Schnakenburg, flygul, konsert á Báta- og listasavninum í Leirvík.
Sunnudagin 19. januar kl. 16:00 hava Monika Stauss Joensen á violin og Birgitte Schnakenburg, flygul, konsert á Báta- og listasavninum í Leirvík.
Upprunaliga skuldi konsertin verða 15. december, men av tí at ódnarveður var um alt landið, var jólakonsertin avlýst.
Tað sigst, at tann dagin konsertin skuldi verða, vóru mestsum øll tiltøk avlýst kring landið vegna veður, undantikið Messias-framførslan í Vesturkirkjuni, sum endaði í myrkri við kertuljósi og so eitt bingo í Nólsoy.
Konsertskráin komandi sunnudag er nakað broytt, so hon hóskar meira til byrjanina av nýggja árinum. Jólatónar eru skiftir út við tónar av Léhar og Sarasate. Monika og Birgitte fara at spæla løg eftir m.a. Corelli, Frank og Rieding, Sarasate og Lehar. Við á konsertini er Lív Hansen úr Fuglafirði, ein sera dugnaligur næmingur hjá Moniku og spæla tær báðar violinduettina nr 12 eftir Mazas. Endað verður við nøkrum kendum føroyskum sálmum, har øll eru vælkomin at syngja við.
Eingin steðgur verður, men aftaná konsertina eru øll vælkomin at steðga á til ein drekkamunn og eitt prát, meðan møguleiki er at njóta hugnaliga umhvørvið í savninum.
Báta- og listasavnið er eitt mentanarstað, har mong fólk vitja gjøgnum ár og dag. At sita millum gomlu leirvíksbátarnar, meðan tú lurtar eftir tónleiki og hyggur at vøkrum málningum hjá til dømis Sámal Toftanes og øðrum, lýsa fólk sum eina ógloymandi løtu.
Sunnudagin er somuleiðis høvi at síggja áhugaverdu listaframsýningina “Tey eru rýmd”, hjá Thomas Jákup Thomsen. Listaframsýningin lat upp beint fyri jól upp og er í ovaru hæddini á Báta- og Listasavninum og verður at síggja allan januar og februar mánað, tá savnið er opið hóskvøld kl 19-21 og sunnudagar kl. 15-18.
Fyri jól var væleydnað tiltak á Bátasavninum, tá Monika Stauss Joensen legði sína bók “Edelweiss og sólarkaffi” fram, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út.
Í 2009 og 2012 góvu Monika og Birgitte fløgunar “Klassiskar tónleikaperlur 1 og 2 ” út . Útgávukonsertirnar vóru somuleiðis báðar á Leirvíkar Bátasavni.
Í januar í fjør, vóru Monika og Birgitte á konsertferð í Tucson í Arizona. Tær báðar luttóku eisini á árligu summartónunum, sum vóru kring landið seinasta summar.
Aftan á konsertina sunnudagin verður høvi at ogna sær fløgurnar “Klassiskar tónleikaperlur 1 og 2” fyri serprís. Somuleiðis er møguleikin at ogna sær bókina “Edelweiss og sólarkaffi”.
Atgongamerki á 30 kr fáast við dyrnar. Børn og næmingar hava ókeypis atgongd.
Øll eru hjartaliga vælkomin til ein hugnaligan tónleikartíma á Báta- og Listasavninum við einum kaffimunni aftaná.




