Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Konsert á Trøllanesi sunnudagin

Tíðindaskriv

Í skúlanum á Trøllanesi verður áhugaverd konsert sunnudagin 8. juli kl. 15 við donsku Kristina Anna.

Kristina Anna er singer/songwrit´ari frá Århus. Hon dugur at kveikja eitt dragandi og sigandi frásøgurúm, við hennara lætta tónleiki og viðkomandi tekstum um kærleika og nærsambond.

 

Tónleikurin kann tykjast hava røtur í fólkatónleikinum, men hevur tilsipingar til danskar pop-siðvenjur, har kvinnur eisini hava sett síni týðiligu spor.

 

Røddin hjá Kristinu Annu er løtt við eini samanrenning av barnalyndi – tó við vaksnum royndum. Henda dragandi samanrenningin er eggjandi fyri lurtaran, sum við tónleikinum lættliga letur upp fyri grundan í einum viðkomandi og livandi alheimi.

 

Tó at Kristina Anna kann tykjast sum ein av mongu donsku kvinnuligu sangskrivarunum, ger hennara serstaka, máttmikla og poetiska rødd Kristinu Annu til eitt listarfólk við serstøkum eyðkenni.

 

Sunnudagin 8. juli kl. 15 verður ókeypis konsert í skúlanum á Trøllanesi, har Kristina Anna framførir samman við tveimum kvinnuligum tónleikarum: Annemarie Jensen (keyboard og sang) og Johanne Andersson (cello og sang).

 

http://www.kristinaanna.dk