Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Konsert / dansur í Føroyahúsinum

John William Joensen

Leygarkvøldið 3. oktobur er konsert / dansur við tónleikabólki og dj í Føroyahúsinum í Keypmannahavn.

Eyðun Nolsøe syngur og spælir akk. gittar, Kim Hansen syngur og spælir á keyboard, Høgni Lisberg syngur og slær uppá trummur. DJ hetta kvøldið er væl royndi Pætur Magnussen ala "Pete Switch" við House-tónleiki. Tiltakið byrjar kl. 23 og endar kl 04. ÍF Føroyar skipar fyri og øll eru vælkomin.
Kelda: Fo Invasion

..og fyriskipararnir heita á fólk um at koma tíðliga og at virða grannarnar á Vesterbrogade 17A.