Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Konsert hóskvøldið kl. 20 í Christianskirkjuni

Tíðindaskriv

Kirkjukórið úr Mosfellsbær í Íslandi er á vitjan í Føroyum og hevur konsert í Christianskirkjuni hóskvøldið kl. 20. – 17 Sangarar fara eisini at syngja nakrar sangir.

Kirkjukórið úr Mosfellsbær í Íslandi er á vitjan í Føroyum og hevur konsert í Christianskirkjuni hóskvøldið kl. 20.  17 Sangarar fara eisini at syngja nakrar sangir.

Kórið hevur sungið við nógv hátíðarlig høvi – bæði í Íslandi og uttanlands.

Umframt at hava vitjað Italia, Írland, Danmark og Ungarn, hava tey eisini vitja í Kanada. – Nú hava tey so ynskt at vitja Føroyar, og tey vera í Christianskirkjuni í Klaksvík hóskvøldið kl. 20

Við á ferðini eru eisini tveir solistar. – Íslenddingar hava ígjøgnum mongu árini ment sterkar sangarar, sum eisini arbeiða úti í heimi.

Kórleiðari er Arnhildur Valgarðsdóttir, sum eisini er urguleikari.

Tey siga, at áralanga vinarlagið millum Føroyar og Ísland og ríki sangskattur føroyinga, hevur leitt mong dugnalig føroysk tónlistafólk til Íslands. Eisini tí, ynskja tey at vitja Føroyar. – Her kann leggjast afturat, at klaksvíkingurin, Jógvan Hansen, sum í dag eisini er sera væl kendur í Íslandi, býr í Mossfellsbær.