Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Konsert i Atlantis Hóskvøldið 23. Feb. 2006. Kl. 19:00

Høgni Klakkstein

Luttakandi bólkar: "Sophisticated Ladies" (DK) og "Jazz Trio" við Leivur Thomsen, Arnold Ludvig og Rógva á Rógvu " (FO)

Hetta er fimta FO-DK Konsertferðin, sum Norðurlandahúsið skipar fyri saman við Føroya Undirhaldstónleikarafelag og donsku tónleikafeløgunum DJBFA og Dansk Artistforbund. FO-DK Konsertferðirnar eru stuðlaðar av Atlantic Airways.


Sophisticated Ladies (DK)

Sophisticated Ladies er ein danskur kvinnuligur jazz bólkur við drúgvum royndum. Kjarnan í Sophisticated Ladies er ein garva klaver trio, sum hevur ferðast runt í tí danska jazz umhvørvinum síðan 1987.
Jazz Trio (FO)
 
Jazz Trio mannað av Leivur Thomsen, Arnold Ludvig og Rógva á Rógvu
 
FO-DK Konsertferðirnar eru fyriskipaðar av Norðurlandahúsinum, FUT, og donsku feløgunum DJBFA og Dansk Artistforbund. Konsertferðirnar eru stuðlaðar av Atlantic Airways. Meiri kann lesast um konsertferðirnar á www.nlh.fo.


Kostnaður fyri konsertina er Kr. 80,- (Lesandi gjalda ½ prís). Atgongumerki fáast á shell-støðini í Klaksvík og í Atlantis.