Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Konsert í Atlantis

Høgni Klakkstein

Bet You Are William & The Ghost framføra í Atlantis nú leygarkvøldið 14. mars kl.22:30

Bet You Are William:

Bet You Are William “BYAW” hava veruliga gjørt um seg seinasta árið. Í desember kom fyrsta fløgan ‘See Inlaid Heart For Details’ út, og hava fleiri av løgunum verið nógv at hoyrt í miðlunum.

Bólkurin spældi eina seinkaða útgávukonsert fyri fullum húsum í Reinsarínum fyri tveimum vikum síðani. Nú er túrurin komin til Klaksvíkar og tað verður eitt brak."

Bet You Are William – tónleikarar:
Hanus Mikal Andreassen: Synth
Bartal Augustinussen: Gittar
Eyðun Johannesen: Bass
Andreas Dalsgaard: Trummur
Guðrun P. Háberg: Bakgrundsrøddir
Petur Háberg: Sang og Gittar

The Ghost:

“The Ghost” hava eisini gjørt nógv um seg hetta seinasta árið – bæði í Føroyum og uttanlands.

Teir báðir Filip Mortensen og Urbanus Olsen framleiða løg, sum sigst vera ein blanding av elektropoppi og indie rokki.

The Ghost – tónleikarar:
Filip Mortensen: Sang og Gittar
Urbanus Olsen: Synth og prog.

Atgongumerki kunnu nú bíleggjast beinleiðis á atlantis.fo
NB! Bíløgd atgongumerki skulu heintast 10 min. áðrenn konsertina.

Atgongumerki fáast eisini við dyrnar ½ tíma áðrenn konsertina.