Sunnukvøldið 22.mars verður ein øðrvísi konsert í Løkshøll. Konsertin er í bølamyrkri. Tað er Sjóndepilin og Føroya Blindafelag, sum skipa fyri hesi konsert.
TÍÐINDASKRIV
Sunnukvøldið 22.mars verður ein øðrvísi konsert í Løkshøll. Konsertin er í bølamyrkri.
Tað erSjóndepilin og Føroya Blindafelag, sum skipa fyri hesi konsert.
Í 2012 skipaðu vit fyri“konsert í myrkri“ í Norðurlandahúsinum. Eitt sera vælegnað tiltak fyri fullsettum húsi. Fleiri hava spurt, nær vit aftur fara at gera slíka konsert, sigur Karin Kass, fyriskipari.
Vit hava nú valt at vitja Eysturoynna við tiltøkum okkara “í myrkri”. Løkshøll er sera vælegnað til tiltakið við sínum avbera góðu kørmum og jaligu starvsfólkum.
Konsertin í Løkshøll verður m.a. lýst soleiðis:
“Sólarmyrkingin varðar fáar minuttir, so er aftur ljóst. Vit bjóða tær at sløkkja sjónina í ein tíma – ein tíma, har tú veruliga tendrar hinar fýra sansirnar. “Konsert í myrkri” er ein sansauppliving, har alt er vent við: Sjónin, sum vanliga fyllir meira enn 80% av okkara sansan, verður sløkt og hinir sansirnir tendrast – og skránna fært tú á veg útaftur.”
Vit vilja geva fólki loyvi at uppliva eina konsert, sum vit blindu uppliva hana!
Sum blindur sært tú ikki, hvat fer fram á einum palli, og um ongin sigur frá skránni, kannst tú heldur ikki fyrireika teg til, hvat tað næsta er, tú skalt hoyra.
Vit hava fingið nakrar av okkara fremstu tónleikarum og sangarum at framføra hetta kvøldið, so áhoyrarin veruliga fær eina góða og minniliga uppliving. Vit avdúka, at Kristian Bærendsen er millum teirra, sum framføra í myrkrinum – men at skráin annars er fjølbroytt.
Við sólarmyrkingini uppliva vit, at lívið fer í dvala eina løtu, men tíbetur vinnur sólin fram aftur. Tá vit myrkaleggja hølir til hesi ymisku tiltøkini í myrkri, er størsta avbjóðingin hon, at fáa hølini heilt myrk. Um vit sløkkja ljósið kennist rúmið myrkt eina lítla løtu, men skjótt vinnur onkur strála frá onkrari sprekku e.l. og skjótt kannst tú hóma eitt hvørt.
Sum blind komi eg ikki at síggja sólarmyrkingina, men eg komi at sansa tað sum rørir seg rundan um meg. Tíbetur er lívið so hátta, at um vit bert loyva tí, so vinnur ljósið á myrkrinum – eisini um vit eru heilt blind og onki síggja, so hava vit aðrar gleðir í lívinum, sum geva okkum ljós – sigur Ruth Thomsen, forkvinna hjá Blindafelagnum.
Við at geva fólki slíkar aha-upplivingar, ynskja vit á ein positiva hátt, at fólk betur kunnu skilja og taka atlit til okkum blindu og sjónveiku.
Konsertin er sum lýst sunnukvøldið kl. 19.00 – og er tað bert tann eina konsertin, so tað er at skunda sær at ogna sær atgongumerkir til hesa øðrvísi konsert, siga fyrireikararnir.
Tær leggja tó dent á, at ein slík konsert í myrkri ikki er so vælegnað til børn. Hetta at missa sjónina er fyri nógv so intenst eitt upplivilsi, at tey ikki rúma nógv meira enn bert at sita og sansa – og hetta er júst tað, tey skulu loyva sær – uttan at vera órógvaði.




