Hin besti boðskapurin av øllum varð sunnudagin sungin í eini nærum fullsettari Christianskirkju, har tær framúr væl klingandi kvinnurøddirnar í Suð m.a. sungu partar av Messias-verkinum hjá Händel.
Sunnudagin var ein nærum fullsett Christianskirkja karmur um ta seinastu av trimum konsertum hjá Kvinnukórinum Suð, sum allar vóru síðsta vikuskiftið.
Tann stóri áhoyraraskarin var settur saman av fólki úr fleiri av teimum norðaru oyggjunum, har Norðoyggjar og Eysturoy áttu stóra partin, men eisini fleiri vóru komin sunnan úr høvuðsstaðnum at njóta yndisliga kvinnusangin og klavertónleikin í teimum framúr góðu karmunum, sum Christianskirkjan gevur.
Í eini væl úr hondum greiddari skrá fekk áhoyrarin eina frágreiðing um tónaskaldið Georg Friderich Händel og um oratorium’ið Messias, sum var høvuðsverkið á konsertini.
Konsertin vardi ein góðan tíma, og harafturat varð biðin inngangsbøn og útgangsbøn, eins og sungnir vórðu tveir sálmar, ein áðrenn og ein aftan á konsertina.
Steinvør Fonn stjórnaði kórinum, Jóhannes Andreasen spældi klaver og Sunniva Østerø var frásøgufólk.
270 ára gamalt tónleikaverk
Høvuðsevnið á konsertunum var tað fantastiska oratorium’ið av Georg Friderich Händel, sum man vera eitt tað kendasta av øllum verkum, ið sangkór framføra.
Evnið í hesum verki fevnir víða, har 1. partur sigur frá jólaboðskapinum um tann lovaða frelsaran, sum skal verða føddur; meðan 2. partur í stóran mun inniheldur páskaboðskapin um líðingar frelsarans. Í 3. parti leitar Händel inn í framtíðina, tá Messias ikki longur verður tann líðandi frelsarin, men Kongur Konganna.
Í konsertskránni verður áhugavert greitt frá hesum fantastiska verki, sum varð til eftir bert 24 døgum í 1741. Händel eigur bæði tónar og tekstir, sum eru skrivaðir við íblástri úr Orði Guds.
Verkið fekk eisini eina stórfingna móttøku, tá tað kom fram fyri nú skjótt 270 árum síðan, og sunnudagin var tað framvegis sera hugtakandi at hoyra inni í Christianskirkjuni.
Gloria! Ein flott byrjan
Tað er altíð ein serligur spenningur at sita og bíða eftir teimum fyrstu tónunum, sum sungnir verða á eini konsert, tí tá fær áhoyrarin tey fyrstu inntrykkini av framførsluni. Botnurin verður lagdur fyri restini av konsertini.
Hákun hevði biðið inngangsbønina, vit høvdu sungið 23 sálm í felag og Sunniva hevði greitt frá, at kórið fyrst fór at syngja partur úr Gloria hjá Vivaldi.
Nú var púra kvirt í kirkjuni; tær stóðu har so vakrar í hvítum kjólum, allar samlar – øll spílaðu oyruni.
Steinvør gav tekin, og Jóhannes spældi forspælið, og so sungu allar: “Gloria! ……”
Jú, tað var bæði kraftigt, presist og ikki minst reint.
Veldigt – nú kundi man slappa av og njóta framførsluna.
Sjáldan fært tú møguleikan at hoyra eitt føroyskt kór, ið syngur so reint og vakurt sum Kvinnukórið Suð.
Steinvør er ein skapandi kraft
At fáa eitt kór, sum sunnudagin taldi 25 sangarar, at syngja so væl, so reint og presist, letur seg bara gera, um tríggjar høvuðs fortreytir eru loknar: 1) nakrir góðir sangarar, 2) nógvar og hollar venjingar og 3) ein evnaríkur og arbeiðssamur kórleiðari.
Tann seinast nevnda fortreytin er tann týdningarmesta, tí uttan ein inspireraðan, kvalifiseraðan og arbeiðssaman kórleiðara, so var einki kór, eingin konsert, einki nakað.
Fyri at kunna standa á odda fyri einum væl virkandi kóri, mást tú vera musikalsk/ur, sterk/ur, djørv/djarvur, arbeiðssom/ samur og hava leiðsluførleikar, so tað sigur seg sjálvt, at hesi fólkini finnast ikki undir hvørjum steini, og tí hava tey so ómetaliga stóran týdning fyri tað skapandi sanglívið – serstakliga her heima í lítlu Føroyum.
Steinvør er ein av hesum fáu innan hetta tónleikaøkið, har vit m.a. finna nøvn sum Ólavur Hátun, Frits Johannesen og mammubeiggja Steinvør, Jógvan við Keldu.
Steinvør er ein skapandi kraft fyri sang- og tónleikalívið her í norður-eystur partinum av Føroyum, og tað er ikki ov nógv sagt, at vit her á landi kunnu telja hennara líkar innan hetta økið á einari hond.
Konsertirnar síðsta vikuskiftið vóru enn eitt úrslit av einum framúr avriki frá hennara síðu sum kórleiðari.
Túsund takk fyri eina framúr góða konsert!
Stutt um Suð:
Stovningarár: 2001
Navnið: Kemur av orðinu “veingjasuð”
Heimasíða: www.sud.fo
Endamál:
*at fáa eitt so gott kór sum møguligt,
*at skapa tónleik,
*at menna sangararnar tónleikaliga,
*at gleða onnur við sanginum og at vera virknar.
Kórleiðari: Steinvør Fonn
Tal av sangarum: 25 í løtuni (seinastu konsertirnar)
Framførslur higartil: fleiri enn 60 (pr. mai 2007)
Síðstu konsertirnar:
Kórleiðari: Steinvør Fonn
Klaverleikari: Jóhannes Andreasen
Frásøgufólk: Sunniva Østerø
Kórsangarar:
Alvilda Mørkøre
Arnfríð Lútzen
Assa Færø
Ásla Fonn
Ásvør Dam Lassen
Carla Josenius
Elsa Maria Andreasen
Erla Petersen
Fríðborg Klein Jacobsen
Gunvá við Keldu
Hallgerð Brim Joensen
Hansa Hansen
Henny Gerðalíð
Hildegunn Mortensen
Jenny Johannessen
Joan Høj Jacobsen
Joy Simonsen
Jónfríð Foldbo
Malan Heinadóttir Hansen
Nicolina Rubeksen
Sólgerð Johnsdóttir Færø
Súsanna Danielsen
Tove Vitalis
Tóra við Keldu
Unnur Sjúrðardóttir Fonn




