Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Konsert verður í Fuglafjarðar kirkju sunnukvøldið 27. nov. kl. 19:30

Frits Johannesen

Komandi sunnudag, 1. sunnudag í advent, verður konsert í Fuglafjarðar kirkju kl. 19:30, har Fuglafjarðar kvinnukór, Gentukórið gamla fer at syngja. Konsertin ber heitið: Tankar og tónar – trúgvin og listin. Meðan sungið verður, verða myndir sýndar upp á ein dúk í kirkjuni og millum hvørt lagið, verður ein tekstur lisin upp í tilknýti til trúnna og listina. Hetta er á triðja sinni, at henda konsertin verður, ið ber hetta heitið, Tankar og tónar. Tann fyrsta var í 2011 og snúði seg um Stórubrúgv í Fuglafirði, sum varð umgjørd til fjósið í Bethlehem. Tann næsta 2013 og var um ljósið í málningunum hjá Heðini Kambsdal og ljósið í Góðadali.

Tað er nógv, sum sigast kann um trúnna og listina. Læran er um lívið, vónina og tað innara lívið í samband við deyða og grøv, og verður eingilin í hesum sambandi boðberin um nevndu evni. Ja, tað er nógv at tríva í. Nortið verður við myndlistina, tónlistina og skaldskapin.

Urguna treður Heðin Kambsdal, Jógvan á Lakjuni og Eyðun á Lakjuni spæla upp á klaverið. Kristina Joensen lesur upp og Frits Johannesen stjórnar kórinum.