Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Konsert við Ármann Helgason (IS) og Jóhannes Andreasen (FO)

NLH

Nútímans og romantisk konsert í Norðurlandahúsinum Nú endaspurturin av Summartónum er farin í gongd, er Norðurlandahúsið klárt at taka táttin upp við góðum og spennandi heystkonsertum.

Nútímans og romantisk konsert í Norðurlandahúsinum Nú endaspurturin av Summartónum er farin í gongd, er Norðurlandahúsið klárt at taka táttin upp við góðum og spennandi heystkonsertum.

Tann fyrsta av hesum verður sunnudagin 27. september kl 16.00, tá altjóða viðurkendi, íslendski klarinettleikarin Ármann Helgason spælir konsert í Klingruni saman við føroyska klaverleikararnum Jóhannesi Andreasen. Ármann er kendur íslendskur klarinettleikari. 

Hann er útbúgvin á Royal Northern College of Music í Manchester og hevur eisini lisið í London og París. Hann hevur spælt konsertir víða um lond og hevur m.a. tikið klarinettkonsertirnar hjá Mozart og Copland upp saman við íslendska symfoniorkestrinum. Ármann spælir við í tónlistabólkunum Camerarctica, Caput, Chalumeau Trio og Hnúkaþeyr og hevur fyrr spælt í Føroyum saman við Aldubáruni. 

Jóhannes hevur verið virkin í føroyska tónleikalívinum í nógv ár. Hann er útbúgvin klaverleikari frá Hochschule für Musik und darstellende Kunst í Wien og hevur lisið víðari m.a. á International Menuhin Music Academy í Sveis. Jóhannes er stovnandi limur í Aldubáruni og framførir javnan sum solistur, í smærri tónlistabólkum og við Føroya Symfoniorkestri og hevur givið fløgur út á týskum, donskum og føroyskum plátufeløgum. Skráin til konsertina í september verður í høvuðsheitum norðurlendsk við verkum eftir m.a. ºorkell Sigurbjörnsson, Kára Bæk og Einojuhani Rautavaara. Finalan verður romantiska sonatan í Ess-dur eftir Johannes Brahms. Atgongumerki á 100 kr fáast í Norðurlandahúsinum og á www.nlh.fo