Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Konsert við Elsu Súsonnu Dalsgaard og Tore Dingstad

Konsertfelagið

Konsertfelagið skipar um mánaðarskiftið september/oktober fyri tveimum konsertum við føroysku songkvinnuni Elsu Súsonnu Dalsgaard og navnframa norska klaverleikaranum Tore Dingstad. Við á føroyaferðini hjá teimum báðum er eisini Martina Dingstad, sum er kona Tora. Martina er floytuleikari, og hon verður eisini at hoyra á báðum konsertunum.

Fyrra konsertin verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði mánakvøldið 30. september, og seinna konsertin verður týskvøldið 1. oktober í Norðurlandahúsinum. Báðar konsertirnar byrja kl. 19.30.

Fjølbroytt skrá
Skráin verður fjølbroytt og fevnir millum annað um “Sea Pictures” eftir Edward Elgar,”Gudruns sorg” eftir Peter Heise og “Fem sange af B.S. Ingemans Sulamith og Salomon” eftir Lange-Müller. Umframt sangframførslur verða tvey instrumentalverk at hoyra. Tore Dingstad fer at framføra eitt verk fyri klaver, eins og hann saman við konuni, Martinu Dingstad, fer at framføra eitt verk fyri floytu og klaver.

Royndir tónleikarar á altjóða støði
Elsa Súsanna Dalsgaard hevur útbúgving frá Nordjysk Musikkonservatorium og Kongaliga Musikkonservatoriinum. Undir útbúgvingini starvaðist Elsa Súsanna millum annað sum kirkjusangari í ymiskum donskum kirkjum.
Harumframt sang hon við Danmarks Radios Konsertkóri, Jyska Operakorinum og kongaliga Operakórinum.

Síðani 2000 hevur hon verið kórsangari í tí Norsku Opera & Ballettini, har hon eisini hevur havt ymiskar sololeiklutir.

Tore Dingstad er ein av royndastu fylgispælarunum í Noregi. Hann er útbúgvin klaver- orgul- og cembalospælari, og hevur drúgvar royndir sum dirigentur í Oslo, Hannover og Freiburg. Seinastu 30 árini hevur hann starvast í tí norsku Operuni.