Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Konsert við Guðrið Hansdóttir í Leikalund 17.oktobur

John William Joensen

“Ein øðrvísi tónleikaferð í Leikalund” heldur fram komandi leygarkvøld kl 20!

Á konsertini 17. oktobur framførir Guðrið Hansdóttir løg, sum hava givið henni íblástur. Haraftur spælir hon løg av nýggjastu fløguni The sky is opening.

Karmur um intim-konsertina við Guðrið Hansdótir verður Spaniastova, elsti partur av gamla einahandlinum.

Atgongumerki á kr 150 kunnu bíleggjast á tlf. 457151 ella keypast í Leikalund.

Kafe’in verður opin og høvið verður at ogna sær fløgu frá Guðrið Hansdóttir.