Monika Stauss Joensen á violin og Ólavur Jakobsen á gittara, fara at framføra á Báta- og Listasavninum í Leirvík hósdagin 5.mai kl.16.
Báta- og Listasavnið í Leirvík:
hósdagin 5.mai kl.16.00
Monika Stauss Joensen á violin og Ólavur Jakobsen á gittara, fara at framføra á Báta- og Listasavninum í Leirvík hósdagin 5.mai kl.16.
Monika og Ólavur hava spælt nógvar konsertir saman, bæði í Føroyum og uttanlands. Í apríl vóru tey á konsertferð í USA. Hetta er aðru ferð, tey vitja har. Á konsertina á Bátasavninum Kristi Himmalferðadag fara tey eisini at vísa myndir og greiða frá túrinum í Tucson, Arizona USA.
Á skránni er virtuosur og vælljómandi tónleikur eftir m.a. Paganini, Giuliani, Beethoven og Kreisler.
Violin og gittari eru aldargomul ljóðføri, ið nógv tónaskøld hava skrivað tónleik til. Paganini, ið annars er kendur sum hin mætasti violinleikarin nakrantíð, leikti sjálvur á gittara, og eru bæði solostykki og nógvur kamartónleikur fyri gittar frá hansara penni. Sama við Mauro Giuliani, ið oftani verður nevndur “Gittarans Paganini” Hann var sera nógv eftirspurdur sum tónleikari og spældi hann javnan á konsertum við mætum tónleikarum sum t.d. Rossini.
Tey bæði, Monika og Ólavur, hava lagt seg eftir, at seta skránna saman, so hon hevur tónar úr tí serstaka bel canto-tíðarskeiðinum, norðurlendskar tónar eftir Grieg, okkurt serstakt hjá Beethoven, ein brellbita av ungverskum Czardas og smærri solostykki.
Eingin steðgur verður, men aftaná konsertina eru øll vælkomin at steðga á til ein drekkamunn og eitt prát, meðan møguleiki er at njóta hugnaliga umhvørvið áBáta- og Listasavninum.
Spennandi verður at hoyra Moniku og Ólav spæla og greiða frá Kristi Himmalferðadag kl. 16.00.




