Nú fríggjakvøldið kl. 21:00 verður konsert við Øssur Johannesen og Agnar Lamhauge í Atlantis
Øssur Johannesen og Agnar Lamhauge fara í næstum at framføra tríggjar konsertir við tí fyri eyga, at taka framførslurnar upp til eina live fløguútgávu.
Fríggjakvøldið 23. Oktobur kl. 21.00 framføra Øssur og Agnar í Atlantis í Klaksvík.
Leygardagin 24. Oktobur verður framførsla í Chippo í Runavík, og hon byrjar á midnátt.
Sunnudagin 8. November verður tann seinasta framførslan frá teimum báðum á hesum sinni, og verður tað í Norðurlandahúsinum í Havn kl. 16.00.
Báðir framføra teir við bassi og guitara.
Øssur hevur givið fleiri fløgur út, og er vælkendur sum listamaður og høvundur eisini.
Agnar er mest kendur frá Enekk, og hevur eisini framført saman við Terja Rasmussen, Eyðun Nolsøe, Anniku Hoydal og Lenu Andersen. Hann hevur útbúgving úr Musikk konsevatoriinum í Danmark, og undirvísir í Musikkskúlanum í Havn. Eisini spælir hann við Føroya Symfoniorkestri.
Atgongumerki á kr. 60,- kunnu bíleggjast á heimasíðuni hjá Atlantis




