12.septembur kl 22 verður konsert í Spaniastovu við grønlendska sangarnum og gitaristinum Simon Lynge. Dyrnar lata upp kl 21.
Á konsertini verður m.a. høvið at hoyra løg frá nýggju fløguni The Absence of Fear, sum kom út á marknaðin í vár.
Um fløguna skrivaði GAFFA:
“Fløgan hevur tað, sum skal til fyri at fáa altjóða gjøgnumbrot. Hon hevur altjóða skap. Altjóða ljóð. Og sangirnir bera í sær altjóða evni sum kærleiki og longsul”.
Simon Lynge hevur við sínum sangum vakt ans millum ummælarar og lurtarar kring heimin.
Meir kunning um Simon Lynge er á: http://www.songcrafter.dk/
Atg.m. kunnu bíleggjast á tlf. 457151 og á innboks á https://www.facebook.com/Spaniastova?ref=hl




