Fríggjakvøldið 16. desember kl. 19.00.
Konsertferðin hjá The Dreams og The Royal Highness er liður í konsertrøðini FO-DK Konsertferðir, sum eru fyriskipaðar av Norðurlandahúsinum, FUT, DJBFA og Dansk Artistforbund. Konsertirnar eru stuðlaðar av Atlantic Airways.
The Royal Highness
The Royal Highness er ein danskur tónleikabólkur á veg fram. Teir spæla rokk við íblástri frá góðum amerikanskum rokki frá 70-unum. Sjálvt um bólkurin bert hevur 1 ár á baki, hevur hann longu fingið bjóðað og tikið av eini publishing avtalu við heimsins størsta publishing felag, EMI Music Publishing. Harafturat hevur bólkurin fingið ein sáttmála við manager Jonathan Morley, sum eisini umboðar so mæt nøvn sum Tina Dickow og Hush. The Royal Highness hevur eisini fingið eitt samstarv í lag við fløguframleiðararnar Alain Johannes og Natashu Shneider, sum hava arbeitt saman við m.ø. Queens of the Stone Age og Chris Cornell. Bólkurin var umboðaður á Spot-festivalinum í ár, og hevur eisini verið á eini umfatandi konsertferð í Danmark í ár. Í september og oktober var bólkurin harafturat á konsertferð í USA, har hann bleiv sera væl móttikin.
Tónleikararnir í The Royal Highness eru Dennis Kasten (gittar og sang), Thomas Broge-Starck (bass), Mads Valther Jensen (trummur) og Fridtjof Nilsen (gittar og kór). Harafturat hava teir egnar ljóð- og ljósmenn við sær til Føroyar. Meira kann lesast um bólkin á www.theroyalhighness.dk. Har ber eisini til at lurta eftir tónleiki hjá bólkinum.
The Dreams
The Dreams gjørdu rættuliga vart við seg herfyri, tá teir gjørdust nummar 3 út av 3.000 tónleikabólkum úr øllum Evropa í sendingini The A Cut, sum bleiv send á MTV Europe. Tey, sum tóku sær av at velja bólkar út vóru ikki mætari enn kenda sangarinnan Anastasia umframt ein A&R umboðsmaður hjá mæta plátufelagnum Sony. The Dreams vóru so væl umtóktir, at teir í januar eru bjóðaðir yvir aftur til London til eina showcase fyri Sony og øðrum plátufeløgum har. Bólkurin spælir popp-punk, og løgini eru sera melodiøs og fangandi.
Limirnir í The Dreams eru Hans-Edward Andreasen (sang og gittar), Eirikur Corfitz Andersen (bass og kór) og Heini Mortensen (trummur). Meira kann lesast um bólkin, og tónleikur kann hoyrast hjá bólkinum á www.the-dreams.com.
Konsertin verður fríggjakvøldið tann 16. Des. kl. 19:00. Kostn. Kr. 80,- Lesandi ½ prís.
Atgongumerki fáast á Shell í Klaksvík og í húsinum hálvan tíma undan sýning. Um atgongumerki skulu leggjast av, kann hetta einans gerast í húsinum hálvan tíma undan sýning.




